40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umhvørvisstovan: Føroyakort í alskyns støddum eru nú tøk á heimasíðuni føroyakort.fo, sum Umhvørvisstovan rekur.

Nýggjastu kortini eru einans 12 cm til longdar og eru í støddini 1:1 mió. Hesi eru vælegnaði at brúka í faldarum, framløgum og í eitt nú ársfrágreiðingum.

Eisini finst eitt kort í støddini 1:500.000, sum er vælegnað at prenta í A4 stødd.

Størsta kortið er í støddini 1:20.000. Um hetta skal prentast, er neyðugt við einum 6 metur høgum veggi.

##med2##

Umframt kort frá nútíðini, finnast eisini yvir 600 søgulig føroyakort á síðuni. Her er eisini talan um kort í alskyns støddum, sum eru frá 1895 til 2013.

Øll kunnu brúka kortini sum teimum lystir - ókeypis. Einasta treyt er, at keldan til korttilfarið, sum er Umhvørvisstovan, verður upplýst.

Kortini liggja her: https://www.foroyakort.fo/tak-datur-nidur/topografisk-kort/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo