Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Har hendir ikki tað stóra í løtuni. Bara nøkur stásklødd tandur, sum mala um beinini á hvørjum øðrum. Frá nøkrum blíðskortaðum kenningum í góðsligum hugnapráti floymir av og á ein flóðalda av látri niðan Tinghúsvegin og brestir í horni á bygninginum, har tann kristiliga útvarpstøðin Lindin heldur til.

Meðan tú bíðar, fert tú at skavast við fartelefonina, har tú stendur framman fyri Gamla Bókahandli. Tá ið tú løtu seinni hyggur upp, er hon longu hend: Tann stóra árliga metamorfosan. Umskapanin!

Har sum fyri løtu síðan fólk gingu og mólu, stendur nú ein margføttur skapningur og stingur tvey av sínum mongu høvdum undan horninum á Tinghúsinum, í meðan hann hyggur góðsliga og eitt sindur smæðin út yvir mannamúgvuna, sum stendur klár at fagna honum.

Tað tykist, sum um hann er rættuliga spentur; helst tí at hann veit, at um eina lítla løtu skal hann verða partur av einum rituali, har ið tað ovasta religiøsa og politiska valdið í Føroyum saman fer at gera eina andaliga manifestatión. Hæddarpunktið verður, tá ið allir teir hægstu religiøsu og politisku valdspersónarnir í Føroyum við at reisa seg upp í Dómkirkjuni fara at játta sína trúgv á Jesus Kristus.

Okkara margføtti skapningur veit væl, at hann eigur høvuðsleiklutin í hesum showi, sum nú fer í gongd, so tað er ikki so løgi, at hann er spentur.

Men tað tekur tíð at koma í gongd. Her eru so nógvar føtur, sum skulu samvirka. So nógv klædnapløgg, sum skulu fáast upp á pláss. Tað tekur jú sína tíð at fáa alt at sita. Ikki ber til at fara skinklandi oman Tinghúsbrekkuna og líkjast einum kloddafyli, tá ið ársins showcase í tignarligheit, hampiligheit og kristiligheit skal fara av bakkastokki.

Men hygga nú! Næstan ósjónligar ristingar fara frá høvdinum, beint ígjøgnum bulin og heilt aftur í halan - og hetta margføtta fyribrigdið fer til gongu. Showtime!

Vaglið er fyrsta málið og hæddarpunktið á ferðini yvir í Dómkirkjuna, tí at Vaglið er ein so frágera væl egnað asfaltfløta at brúka til catwalk hendan serliga dag á árinum.

Men fyrst má ein krøpp snaring gerast við Gamla Apotek. Tað gresjar í hvørjum ryggjargeiðsla, tá ið hetta skepilsið fer um svingið. Men komið oman á slætt á Vaglinum, slettir tað við halanum og fær líkasum nýggja orku. Gongulagið gerst fastari, kroppurin spennir seg upp, so at alt tað skyggjandi silvurið, tey mongu emblémini og heiðursmerkini, sum boða frá tign, verðsligum valdi, trúfesti, gudiligheit og edrúiligheit leika og ringla uttaná prestaklæðunum og uttaná teimum mongu marglittu høgtíðspløggunum, sum teir meira vanligu syndararnir hava latið seg í á hesum stóra degi. Her skal marsjerast og paraderast við manér og í skreyti til heiðurs fyri Hann, sum fyri tvey túsund árum síðani var á einari ótrúligari andaligari og filantropiskari missión í Miðeystri. Hann, sum ikki átti fyri lúsasalvu (Lukas 9:58). Ikki fírdi fyri at vera saman við og veita ugga og linna til tey fátøku og niðurundirkomnu, sum tey vælbjargaðu mettu fyri útskot at vera.

Og hendan orkan, hendan stamina, líkasum forplantar seg til mannamúgvuna, sum á hvørjum ári trúliga kemur at hyggja at, tá ið hendan hybridin av verðsligari og teologiskari makt ger sín árliga ólavsøkustunt í sínum skreyti og veldi.

Ein ung italiensk dama - væl uppløg eftir ein lekran brunch á Hafnia - sker út í: “Mamma mia! Uno scenario spettacolare!!”

Meira avmáldur í úttrykkinum er ein ungur onglendingur, sum er í ferð við at SMS’a við ommusystur síni í Brighton, sum aftur hevur verið áhaldsin og nú hevur brotið sær hina mjødnina. Denn lúsa osteoporosa, hon ger enda á eldri kvinnum! Men hóast hetta álvarsmál, hyggur ungi onglendurin tó at enda upp og letur frá sær eitt minimalistiskt “Gosh!”. So SMS’ar hann víðari.

Tann heldur buldrasligi suðurlendski fagnaðarvørrurin frá italiensku kvinnuni fer ikki yvir høvdunum á hesum skepilsinum. Man hevur obinbart eitt altjóða appeal! Tað kennir nærmast pr. instinkt á sær, at tað aftur í ár longu nú hevur scorað fulla stigatalvu. Wauv!

Men frá sínum royndum frá so mongum ólavsøkum frammanundan, veit hesin margføtti skapningur tó, at tað tíverri bara tekur eitt lítið eygablikk at ganga yvirum Vaglið og framvið tí stáskløddu og uppstemptu fjepparafjøldini. Hyggjuráðini mugu tí vera at seta charmuna í ‘overdrive’ hesa stokkutu løtu.

Tí spennir tað seg enn meira upp og tú kanst líkasum hóma ein farra av ovfarakæti. Har er ein spjálkan við teimum mongu beinunum og ein vaggan við høvdinum allan vegin aftur í halan. Mest sjónskt er tað eina kroniskt jovialt góðsliga høvdið omaná tí gullprýdda kyrtlinum, har tað smílist fólksliga til mannamúgvuna, í meðan hitt høvdið - vælsagtans eitt sindur ramponerað innan av at ígjøgnum áratíggjur at hava lurtað eftir verbalum hundaslagsmálum á Tinghúsvegnum - hóast álvarsliga eygnabráði eisini er við at yvirgeva seg til løtuna. Nú smílist tað til fjøldina saman við øllum hinum høvdunum. Her er sonn sæla og vælvera!

Í meðan eg soleiðis standi og stari við víðopnum eygum í undran, reki eg stigvíst inn í ein dagdreym, so at eg eina løtu ikki rættuliga hoyri garterilsið og veitslurómin uttan um meg: Dagdroymi um, at hendan skreytklædda skrúðgonga í staðin fyri at spankulera eftir Vaglinum á ólavsøku, marsjerar inn í eina flóttafólkalegu onkunstaðni úti í heimi. Øll høvdini rópa í kór: “Vit eru komin til tykkara vegna okkara pinkulítlu tjóð fyri at lata tykkum fáa lut í tí yvirflóð, sum Skaparin so ríkiliga hevur oyst út yvir okkara lítla land í mong ár. Her hava tit fimm milliónir, sum kunnu hjálpa tykkum til at fáa ein linna, nú tykkara lutur her á fold bleiv hvønn dag at liva í vanmegd og vónloysi í einum jarðiskum helviti. Vit gera hetta í takksemi til Skaparan fyri okkara yvirflóð og sum eitt tekin um, at okkara kristiligheit ikki bara situr omanfyri hálsvølin. Tó steðga vit ikki leingi her, tí vit ætla okkum at vitja fleiri onnur líknandi støð fyri at býta út av okkara ríkidømi. Men vit síggjast aftur komandi ár.”

Tá ið eg umsíður støkki úr hesum lívsjáttandi dagdreymi, síggi eg, at tann margføtti, skreytprýddi skapningurin longu er komin oman til Hotel Tórshavn. So nú líður so væl til Dómkirkjuna.

Inn í kirkjuna slepst neyvan fyri fólki, hugsi eg, so frægast mann vera at skunda sær yvir á hotellið at hyggja at restini av showinum á sjónvarpsskýggjanum á hotellkamarinum. So situr man líkasum á fyrstu parkett.

Men har er ikki nakað skepilsi at síggja í kirkjuni. Onkur má hava trýst á ‘Reset-knøttin’ í kirkjutúninum og annulerað metamorfosuna. Har síggjast tó øll høvdini frá paraduni á Vaglinum á teirra reservéraðu plássum frammi í kór. Tað er nú einaferð best at hava høvdingarnar fyri seg og indianararnar fyri seg! Nú smílast hesi høvdini ikki longur, men sita líkasum inntonkt á teirra reservéraðu plássum. Løtan er hugsvalandi – mitt í høvusstaðnum.

Heldur ikki á hesari ólavssøkuni er nakað nýtt undir sólini í Dómkirkjuni. Og mangur vil kanska halda, at tað er ikki so gali, at so er, tí tað kann ofta vera okkurt trygt yvir einari endurtøku, tá ið hon er væl skipað.

Fyrst ljómar eitt orgulpreludium, harnæst inngangsbønin og so restin í somu vælkendu raðfylgju. Her hendir einki óvæntað. Eingin fær nakað boð um at taka annað skinn um bak og fer út við boygdum høvdi av skomm yvir sínar gerðir. Allir kantar eru slípaðir av, so at øll kunnu vera saman í sátt og semju. So fólkslig tann kirkjan!

Reisi meg upp og gloppi vindeyga fyri at fáa eitt sindur av frískari luft inn í hetta heldur skímliga kamarið. Fari síðani eitt lítið svipp yvir í ta intermistisku mini-barrina, sum eg havi innrættað mær í klæðiskápinum ‘i dagens anledning’. Seti meg so aftur at hyggja at skýggjanum.

Lagi verður skjótt munandi betur av rákanum, so eg fari so smátt at ynskja mær, at tey fara at syngja onkra perlu hjá Mikkjali á Ryggi. Tað hevði verið sakin. Hann er mín absolutti favorittur í føroyskum sálmaskaldskapi, Mikkjal úr Miðvági, við sínum leikandi lætta og natúrliga yrkingalagi, sum altíð kennist sum lunkað málsligt Nutella í mínum oyragongdum. Einki øvugt orð um Jákup Dahl. Hann var tað orkumikla, vælmeinandi og produktiva arbeiðsgrevið, men Mikkjal var tann sanni poéturin. Tað er so bara mín meining.

Å denn sæla løta á hesari ólavsøkuni í 2019, hugsi eg. Um ein tíma ella so fari eg út í Havnina at halda eina hugnaliga tjóðarhátíð saman við mínum nærmastu, sælur og óvitandi um, at tann næsta ólavsøkan verður amputerað av koronasóttini.

Så, nú reisa tey seg øll upp og játta sína kristnu trúgv. Høg og lág, kirkjufólk og baptistar, adventistar og fundamentalistar, humanistar ... ja, øll.

So siðiliga og sámuliga vaggar hendan stásiliga skútan á brúsandi bylgjum av orgultónleiki og kraftmiklum sálmasangi, á tremur við religiøsum og politiskum høvdingum, og einari stórari fjøld av fittum, vanligum føroyingum - og onkrum einstøkum bakbeisti.

Hvørki teir klerikalu ella teir politisku yvirmenninir á hesari ríkt lastaðu og stásiligari skútu tykjast at geva sær far um, at tað liggur eitt lík í lastini. Á øðrum reyvabøllanum á hesum líki stendur ‘Neyðhjálp’ og á hinum stendur ‘Menningarhjálp’. Og hettað líkið STINKAR!

Tá tann seinasti tónin av postludium er fjarðaður burtur og hendan ólavssøkugudstænastan í 2019 er at enda komin, fer allur riðilin í svørtum prestakjóla og hvítum kraga yvir í Bispagarðin at fáa sær ein betri bita og kanska ein lítlan dropa av reyðvíni afturvið. Og vælgagnist teimum.

Men hvat gjørdi tann politiska gardan, sum á ólavsøku í 2019 játtaði sína trúgv á Jesus Kristus í Dómkirkjuni í Havn, í vikunum aftaná tjóðarhátíðina? Ja, tað koma vit aftur til.

Ólavsøkan var bara fín. Og tað, sum hendi restini av árinum 2019, er skjótt at siga frá:

Ein mána aftaná Ólavsøku varð løgtingsval útskrivað og nýggj samgonga skipað. Síðani lat Fíggjarnevndin úr hondum eitt uppskot til fíggjarlóg fyri 2020, hvar ið 9 milliónir og 200 túsund krónur vórðu settar av til Neyð- og Menningarhjálp.

Hesa neyðarsligu upphædd samdust tey marsjerandi og trúðarjáttandi borgarligu hampafólkini so seinni um, var ein hóskandi upphædd at lata av okkara yvirflóð til tey desperat fátøku neyðardýrini úti í heimi - og so ikki eitt klovið oyrað aftrat frá almennu Føroyum!

Reint faktiskt var upphæddin ikki heilt so høg sum nevnt, tí ein partur av hesari upphædd varð latin Reyðakrossi Føroyar, ið sum kunnugt árliga brúkar eina ávísa upphædd til at hjálpa fólki í Føroyum, sum tey meta at hava brúk fyri eini hjálpandi hond.

Man bleiv næstan heitur um hjarta av takksemi til hesa nýggju samgonguna fyri, at hon ikki bumbaði hesa kontuna niður aftur á tær smáu tríggjar milliónirnar, sum hon var, áðrenn Aksel Johannesen og hansara samgongufólk komu til valdið og trídoplaðu upphæddina.

Tak ikki feil. Eg gangi alvorliga inn fyri, at tey, sum treingja til hjálp í Føroyum, skulu fáa alla ta hjálp, sum teimum tørvar. Men tann hjálpin, sum verður veitt treingjandi í Føroyum, fáa tey menniskjuni úti í heimi, sum hvønn dag liva í einari hjartanemandi armóð, ikki nakra nyttu av. So tað er ikki hjálpin til tey treingjandi í Føroyum, sum eg haldi vera ein trupulleika, men tann hjartaskerandi lága upphæddin, sum almennu Føroyar umvegis Føroya Løgting letur til fólk í svárari neyð úti í heimi.

Eins og hendan politiska elitan elskar at vísa seg fram í tí trídupultu gásagongdini í Havn á hvørjum sumri, so forlanga mong teirra eisini, at vit gerast enn meira sjónlig í norðurlenskum høpi við at fáa limaskap í Norðurlandaráðnum sum sjálvstøðug tjóð og harvið kunnu seta okkum til borðs í eygnahædd saman við hinum mentaðu norðurlendsku tjóðunum.

Jú takk, tað kann eingin føroyingur vælsaktans hava nakað ímóti. Men tað kann so ikki koma upp á tal, at vit, um so verður, koma at føra okkum fram við høgari sigarføring á teimum bonaðu gólvunum í Norðurlandaráðnum. Vit eru nevniliga reyvin av fjórðu división, tá ið tað um ‘Neyð- og Menningarhjálp’ umræður, samanbera vit okkum við hini Norðurlondini, ið vit vanliga meta sum meira sekulariseraði enn vit! Meira um tað seinni í hesari greinini.

Tá ið man er so ríkur og so pírin, eigur man eftir mínum tykki at sleppa sær út undir væðingina til man tekur sær betri partar fyri.

Helst tann mest gudiliga tjóðin í Norðurlondum letur ta lægstu upphæddina til tey neyðstøddu úti í heimi. Hvussu harmonérar tað í tínum høvdi, kæri lesari?

Men okkara núverandi úttanríkisráðharri hugsar ikki um norðurlendskar smálutir. Nei, hann vil royna at vinna okkum fullan limaskap í ST sum ein sjálvstøðug tjóð. Og hann vil brúka danska uttanríkisráðharran Jeppe Kofod til at hjálpa okkum at fáa fótin inn um. Hetta prátaði hann um í einari útvarpssamrøðu, tá ið Jeppe Kofod var á vitjan í Føroyum einaferð í heyst.

So langt og so gott. Men tá ið hesin suðuroyingurin fór at forklára, hví vit skulu hava limaskap í ST, tá mundi eg fingið ta hálvu smákakuna, sum eg sat og tannlaði afturvið kaffinum, í rangastrúpan: “Tí okur hava so nogv at geva.” Orðarætt endurgivið!

Eg havi hitt fleiri framligar suðuroyingar í mínum lívi, men hesin fýrurin ber prísin!

Jenis av Rana er ein av okkara fremstu kristiligu moralistum. Hann hevur ótroyttiliga boðað boðskapin um Jesus Kristus og í tí samanhangi íðuliga propaganderað fyri tí, sum hann (tvs. Jenis av Rana) heldur vera ‘tey kristnu virðini’.

Tí gleddi tað meg ómetaliga nógv, tá ið hesin persónurin endiliga fekk vald til at gera nakað munagott fyri neyðardýrini úti í heimi. Væntaði at vend fór at koma í á hesum øki beinanvegin.

Hansara lítli flokkur hevur í mong, mong ár buldrað við sínum kristnu bongotrummum og støðugt hildið almiklan gang í tí politisku manéguni við sínari knappaharmoniku, sum bara hevur tveir knappar. Báðir knapparnir sita niðast á hesari longu harmoniku, so tú mást flyta hondina niðurum lívreimina, tá ið tú skalt trýsta á teir. Á øðrum knappinum stendur ‘Samkynd’ og á hinum stendur ‘Abort’.

Tað hevur ikki staðið á ígjøgnum árini hjá hesum flokkinum at seta øðrum flokkum stólin fyri hurðina. Og í løtuni ríkir í bondum og borðum hjá hesari samgonguni, tí at teir báðu eldru gubbarnir í flokkinum - saman við einum yngri, meira sprelskum kristiligum ungoksa, sum teir hava sett við – ikki unna nøkrum samkyndum at liva eitt vanligt lív her í Føroyum, ájavnt við aðrar borgarar í hesum landi.

Jú, mín sann, er tað massar av politiskum testosteron í politikkinum hjá hesum trimum miðflokkajassunum, tá ið tað um ‘Samkynd’ og ‘Abort’ umræður. Her er ‘smæk for skillingen’!

Út frá hesum, sum omanfyri er nevnt, so undrar tað meg tí almikið, hví ið Jenis av Rana, eftir at hann er komin í Landsstýrið, hevur ført ein so vatndeyvan politik í sambandi við føroysku ‘Neyð- og Menningarhjálpina’.

Hesin maðurin, sum eg ikki misteinki fyri at vera nakran kyniskan persón, hann kundi sum landsstýrismaður av álvara gjørt hol í sjógvin vegna tey neyðstøddu úti í heimi. Men tað gjørdi hann sum kunnugt ikki. Heldur valdi hann at seta eina sendistovu í Ísrael ovast á breddan á sínum ‘to-do’ lista í landsstýrinum.

Nú kenni eg ikki Jesus Kristus soleiðis reint persónliga, sum Jenis av Rana tykist at gera, men út frá tí, sum eg ígjøgnum mong ár eri kunnaður um og havi kunnað meg um Jesus Kristus, soleiðis sum hann verður lýstur í Bíbliuna, so haldi eg meg kunna siga fyri vist, at Jesus Kristus hevði raðfest hjálp, troyst og linna til neyðstødd fólk á allari klótuni langt omanfyri eina sendistovu í Ísrael.

Nei, eg kann fortelja Jenisi av Rana og hansara lagsbrøðrum í politisku skipani tað, at upprennur tann dagur, at Føroyar fáa sjálvstøðugan limaskap í ST, so sleppa føroyingar neyvan óátalaðir at koyra nærmast upp á fríhjul, sum teir gera nú. ST ynskir nevniliga, at limalondini lata í minsta lagi 0,7 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til tey, sum eru ringast fyri á hesari klótuni.

Eg vóni, at lesarin er í einum rímiliga robustum inniskóm, tí hetta, sum nú kemur, er virkuliga tærnakrimpandi: Tosa vit um, hvat ið Norðurlond lótu í 2015, so læt Svøríki 1,40 prosent, Norra 1,05 prosent, Danmark 0,85 prosent, Finland 0,56 prosent og Ísland 0,24 prosent.

Og hvat lat so tað lítla og fitta og so sera gudiliga Føroyaland? Nei, eg orki ikki at kunna lesaran um prosenttalið fyri 2015, men vil heldur halda meg til talið fyri 2018, tí at tað er væl frægari (eisini gírigheit er sum kunnugt relativ): 0,05 prosent

Er tað , at vit skulu skola niður?

Men lat okkum fara til ein annan moraliserandi jass í politisku skipani.

Jógvan á Lakjuni er ein sera prominentur politiskur persónur, sum av og á umvegis fjølmiðlarnar treingir seg inn í mín dagligdag og veruleika við sínum normativu boðskapum. Hesin kringi lagsmiðurin eigur tað eg veit onga knappaharmoniku, men hann eigur eina so frágera góða megafon við ikki minni enn trimum knøttum. Ein fleiri enn tey í Miðflokkinum. Á tí innasta knøttinum stendur ‘On/Off’, á tí mittasta stendur ‘LGBT’, og á tí uttasta stendur ‘Abort’.

Dagliga er Jógvan á Lakjuni ein fryntligur maður, sum við siðiligum mynduleika stýrir arbeiðsgongdini í tingsalinum.

Dagarnir ganga, og vikur og mánar kunnu ganga í allari friðarligheit, men so knappliga ger hann eitt sprakl. Trívir eftir sínari megafon og trýstir harðliga á ‘On/Off’- knøttin so tað skrattar eftirí. Og straks koma fjølmiðlafólkini rennandi úr øllum ættum eins og seyðirnir, ið koma tuskandi úr øllum ættum, tá ið teir síggja bóndan parkera sín lítla lastbil uttanfyri hegnið og taka spannina við kraftfóðri av lastini.

Tey eru øll so spent, har tey standa. Hvønn av teimum báðu knøttunum man Jógvan fara at trýsta á hesuferð?

So rópa tey øll í kór: “Tala til okkara tú mikli og mæti, moraliserandi megafonmaður!”. Og Jógvan á Lakjuni liggur ikki á boðunum, men fer í gongd við megafonini sum ein annar startdómari á steroidum og greiðir frá, at okkara samfelag er á veg út í eitt kyksendi vegna hugburðin hjá alt ov mongum føroyingum mótvegis abort. Ella hann vindur seg upp um tey samkyndu, sum hann metir at vera eina hóttan ímóti høvuðssúluni í okkara borgarliga samfelag: Tí ‘normala’ borgarliga húnarlagnum.

Eg sigi fyri meg, at var eg inni í einum bygningi, hvar ið ‘tað ‘normala’ borgarliga hjúnarlagið’ var ‘høvuðssúlan’, sum helt takinum uppi - so sprakk eg á dyr sum ein rakett! Sambært Hagstovu Føroya vóru 289 vígslur í Føroyum í 2019 – og 75 hjúnarskilnaðir!

So ljóðar eitt almektugt skratt, tá ið Jógvan sløkkir, og tað hoyrist ikki eitt kis aftur úr megafonini í fleiri mánar.

Og øll miðlafólkini fara trippandi aftur til teirra telduklivar at arbeiða við hesum nýggja tilfari, so tey kunnu endurgeva alt, sum Jógvan segði, so neyvt sum gjørligt.

Nei, eg tími ikki longur at lurta eftir, hvat ið floymir út úr megafonini hjá Jógvani á Lakjuni. Tvørturímóti fari eg at spyrja henda persónin, hví hann ikki klívur niður av sínum høga moraliserandi hesti og í einum meira eyðmjúkum kristiligum anda og við síni politisku tyngd í Fólkaflokkinum ikki fer undir at virka fyri, at hansara flokkur framyvir fer at hava ein minni kyniskan hugburð mótvegis teimum neyðstøddu úti í heimi. Tað hevði tænt Jógvani á Lakjuni til almiklan sóma.

Hetta vóru so tveir vælkendir og markantir moraliserandi og normativir profilar.

Men eina líknandi skortfleingju kundi eg eisini givið so mongum øðrum tingfólkum, sum javnan stíga út úr teirra flottu bilum og fara trippandi í lakskóm við teirra leðurinnbundnu Bíblium yvir í teirra respektivu fólkakirkjubygningar og samkomuhús, hvar ið tey seta seg so sjelaglað at syngja um Frelsaran úr Nazareth. Heldur ikki hesi tykjast at vera sinnaði at brúka teirra politisku makt til at veita fólkum í svárari neyð úti í heimi nakra nevnuverduga hjálp.

----

Hví havi eg so valt at siga frá ólavsøkuni í 2019 og ikki at siga frá ólavsøkuni í ár? Jú, tað havi eg valt at gera fyri at fáa sett kynismuna og gírigheitina hjá teimum almennu Føroyum í eitt skarpari relief.

Í 2019 var koronavirusið nevniliga ikki til í Føroyum, hvørki reint fysiskt ella í huganum á tí meiniga føroyinginum. Og eingin ímyndaði sær tá, at ein heimsumfatandi heilsukatastrofa var ávegis. Konjunkturirnir vóru á veg til himmals. Inntøkurnar høvdu verið støðugt vaksandi í fleiri ár og vónirnar fyri framhaldandi vøkstri vóru bjartar.

Tá ið løgtingslimirnir, sum vælsaktans øll uttan undantak vilja roknast fyri hampafólk at vera, seint í 2019 tóku ta skammiligu avgerð enn einaferð bara at lata 9 milliónir til tey virkuliga desperat treingjandi úti í heimi, tá høvdu hesi fólkavaldu fólkini havt høvi til at lesa enn eina frágreiðing frá Búskaparráðnum, sum kom út á heysti í 2019. Hóast onkrar ávaringar um gongdina upp á sikt, so metti Búskaparráðið alt í alt útlitini fyri at vera bjørt. Á síðu 6 stendur: “Fyri 2019 metir Búskaparráðið saman við Hagstovuni vøksturin í BTÚ í leypandi prísum at verða 6,6%.”

Seinni í hesari búðskaparfrágreiðing, á síðu níggju, verður greitt frá ‘Bruttotjóðarúrtøkuni’, sum runt roknað kann lýsast sum árliga inntøkan samanlagt hjá føroyskum løntakarum, føroyska vinnulívinum og tí almenna.

Hvussu stórt stykkið ‘tað almenna’ fekk burtur av hesari fíggarligu lagkakuni skal eg ikki koma inn á her, men um vit hyggja at talvuni, sum Búskaparráðið borreiðir við á síðu níggju, so síggja vit, at samanlagt er talan um ørandi upphæddir, um vit hugsa um, hvussu lítið okkara samfelag er: Á talvuni sæst, at bruttotjóðarúrtøkan vaks støðugt ár undan ári úr góðum 13,7 milliardum í 2012 og upp í góðar 18,7 milliardir í 2017. Bruttotjóðarúrtøkan fyri árið 2018 var ikki gjørd upp endaliga í september 2019, men Búskaparráðið metti tá, at hon fór at vera góðar 19,2 milliardir fyri 2018 og beint omanfyri 20,5 milliardir í 2019.

Og nú skeri eg tað út í papp fyri mær sjálvum og øðrum, ið sum eg ikki eru so von við at fáast við so stór tøl:

Tjúgu túsund og fimmhundrað og sjeyogtjúgu milliónir metti Búskaparráðið at bruttotjóðarúrtøkan fór at vera í 2019 – sama ár sum tey fólkini, sum í rituellum formi høvdu váttað teirra trúðfesti ímóti Jesusi Kristusi sjálvum, settu seg niðar og tóku ta skammiligu avgerð bara at lata 9,2 milliónir til teirra næstar í svárari neyð úti í heimi. Og so ikki eitt oyra aftrat!

Eitt annað aspekt í hesum máli er so eisini, at fleiri av hesum løgtingsfólkunum og landsstýrisfólkunum kunnu í stóran mun takka einum sera aktivum kristnum baklandi fyri teirra politisku karrieru.

Eg skilji simpulthen ikki, hví hetta so sera kristiliga bakland ikki prikkar á økslina á teirra respektivu politisku umboðum í Løgtinginum og Landsstýrinum og eggjar teimum til at økja um almennu hjálpina til nøkur av teimum mongu neyðars menniskjum, sum liva í svárari neyð úti í heimi.

Er trúgv á Gud og kærleiki til okkara medmenniskju ikki sjálvt nervalagið í allari kristiligheit? Sjálvt DNA’ið í kristindóminum? Ikki bara annað - men BÆÐI!

Ella er svarið upp á tað heila bara so einfalt sum tað, at tey fátøku úti í heimi hava ikki valrætt til Føroya Løgting – og tí til eina og hvørja tíð støðugt eru undir tí kristiliga radaranum?

Seinast eg hugdi í uppskotið til fíggjarlóg fyri 2021, stóð sama ússaliga upphædd upp á 9 mill. framvegis í uppskotinum; peiggjandi upp úr allari yvirflóðini sum ein skamstútta yvir ein karráðan politikk hjá einari stinkandi ríkari tjóð ímóti teimum, sum hava tað allarsvárast á hesari klótu.

Er tað føroyska tjóðarhjartað við at kólna?

Eivin Simonsen
cand.mag. í enskum og donskum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo