Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Skjótisamband Føroya: Leygardagin 21. august verða føroyameistara kappingarnar í skeet og trap leirdúgvuskjóting. Kappingin í skeet verður avgreidd á breytini hjá Sunda Byrsufelag við Norðskála, og kappingin í trap verður avgreidd á breytini hjá Eysturskot úti á Vík í Leirvík.

Vanliga plaga FM kappingarnar at verða í tveir dagar, men orsaka av útbygging av breytini á Sandvíkum, er avgjørt at stytta kappingarnar í ár, og avgreiða alt FM uppá ein dag.

Árið í ár hevur verðið serstakt fyri Skjótisamband Føroya. Millum annað altjóða limaskapur, og nýggj skjótibreyt í Leirvík, hevur havt jaliga ávirkan á føroyska ítróttarskjóting. Hetta sæst nú aftur í tilmeldinginum til FM, tí heili 33 íðkarar hava boða frá luttøku, og hetta er met í FM søguni hjá Skjótisambandinum.

Byrja verður at skjóta kl. 9:00 og uml. kl. 14:30 er greitt hvør er FM vinnari í ár. Aftrat heiðurin at verða føroyameistari, telur kappingin við í Føroya Cup, Grand Prix, Makkarakappingini og í landslið úttøkuni hjá Skjótisamband Føroya.

Beinleiðis dagføring við úrslitinum, verður á síðuni hjá Skjótisamband Føroya. Leinkja er: https://skot.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo