40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

(mynd: Finnur Justinussen)

(mynd: Alessio Mesiano)

(mynd: Finnur Justinussen)

(mynd: Alessio Mesiano)

Kendi ferðamiðilin Lonely Planet hevur valt Føroyar sum eitt av fremstu ferðamálum í 2021. Í síni grundgeving sigur dómsnevndin, at Føroyar bjóða autentiskar og ógloymandi upplivingar, ið geva nakað aftur til samfelagið.

Best in Travel heiðurslønin er latin á hvørjum ári og dómsnevndin telur fremstu serfrøðingar hjá Lonely Planet innan ferðavinnu. Heiðurslønin inniheldur tríggjar bólkar, og Føroyar hava fingið pláss í ‘Community Connection’ bólkinum.

Í grundgevingini sigur dómsnevndin, at tey eru hugtikin av, hvussu Føroyar áhaldandi velja at halda seg frá hópferðavinnu, og ístaðin raðfesta eina meira autentiska og persónliga ferðavinnu, har ferðafólk fáa høvi at koma tættari uppá føroyingar og føroysku mentanina. Tey vísa millum annað á heimablídni, Hoyma konsertir og Closed for Maintenance átakið sum dømi.

Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, er fegin um viðurkenningina.

- At vit sum ferðamál fáa viðurkenning frá einum av fremstu miðlunum innan ferðavinnu í heiminum er stórt í sjálvum sær, men orsøkirnar til, hví vit fáa hesa viðurkenning, gera okkum serstakliga fegin, sigur Guðrið. - Hetta týðir uppá, at tað, sum vit løgdu út í kortið í okkara menningarætlan fyri ferðavinnuna í 2018, hevur riggað, og er ein staðfesting av, at vit eru á rættari leið.

Les meira um Best in Travel heiðurslønina hjá Lonely Planet her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo