Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

7. august bleiv fasisman lovað inn um gátt á føroyska jørð.

Hettar hendi tá Kringvarp Føroya við opnum ørmum bjóðaði stovnaranum á høgraradikala ethno nationalistiska felagsskapinum, Stram Kurs, inn í heimi hjá okkum øllum.

Góðan Morgun Føroyar bleiv við hesum ein pallur har ið hann bar fram endamál sítt at tala fyri hatri, rasismu og fasismu her á landi.

Frælsisfylking Anarkistanna stúriri fyri hvat Kringvarp Føroyar ætlar við at geva ein pall til ein anti-demokratiskan og voldligan fasist.

Eisini undrast vit á hví man hevur valt at senda hansara rasistiska boðskap um etniska uppdeiling og mismunsgering kring alt landið.

Vit sum aktivistar og felagsskapur ynskja ikki eitt samfelag har dømdir rasistar kunnu standa alment fram, og elva til harðskap ímóti minnilutabólkum í samfelagnum.

Stram Kurs er ein viðurkendur høgraradikalur fasistiskur flokkur. Flokkurin rúmar politikarum og aktivistum við tilknýti til nýnasistisku rørslunum í Danmark.

Til dømis hava antifasistiska granskarakollektivi Redox, Stram Kurs á teirra lista yvir rørslur á ytsta høgravonginum í landinum.

Granskarakollektivi hevur sum endamál at granska og kortleggja fasistiska rákið og teir ymsu felagsskapinar í Danmark, og kunnað samfelagið um tann vanda hesir bólkar útseta fólk fyri.

Aktivisman sum kollektivið ber fram er at kunna og skriva tíðindagreinar ið umtala viðgongda høgravongin í Danmark, her ímillum Stram Kurs, og hendan fasistin, ið Kringvarp Føroyar valdi at bjóða inn.

Hesin danski fasistiski flokkurin, Stram Kurs, bleiv stovnaður í 2017, sum ein ethno-nationalistiskur flokkur, ið hevur sum endamál at við statsgóðkjendum voldi týna øll sum flokkurin ikki metur verða “etniskur danskari”, út úr landinum.

Flokkurin breyt út úr konservativa høgravongs flokkinum “Nye Borgerlige”, aftaná at hann sum vildi blíva stovnarin av Stram Kurs bleiv blakaður út úr móðurflokkinum aftaná eina talu, har hann millum annað skal hava sagt:

“Vi vil kæmpe side om side med politi og Hjemmeværn, som udgør vores brødre, vores gader og stræder vil blive forvandlet til floder af blod. Og de fremmede fjenders blod vil ende i kloaken, hvor de fremmede fjender hører hjemme.”

Okkara nærumhvørvi skal ikki verða eitt stað har nakar fasistur skal føla seg heima, ella njóta nakra feriu.

Vit ynskja ongan fasist innanfyri 12 fjórðingar av okkara oyggjum!

Frælsisfylking Anarkistanna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo