Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Málskjúttarnir í 3-1 sigrinum á Armenia - Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir

Málskjúttarnir í 3-1 sigrinum á Armenia - Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir

Málskjúttarnir í 3-1 sigrinum á Armenia - Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir

FSF: Við fyrst at spæla javnleik 1-1 móti Turkalandi, og síðani ein greiðan 3-1 sigur á Armenia, eydnaðist tað føroyska U19-landsliðnum við gentum at fáa 4 stig í EM-undankappingini, ið herfyri var í turkiska býnum, Manavgat.

Turkaland, sum í síðsta dystinum vann stórt ímóti Armenia, endaði eisini á 4 stigum, men við betri málmuni enn Føroyar. Úrslitini høvdu við sær, at Turkaland vann bólkin, Føroyar gjørdust nummar 2, meðan Armenia endaði aftast.

Men nú allir bólkarnir í deild B í EM-undankappingini eru taldir upp, er greitt, at Føroyar gerast besti 2’ari í kappingini samanlagt. Hetta hevur við sær, at Føroyar flyta upp, og skulu spæla í deild A í næstu undankapping, sum verður í heyst.

Eisini U17-genturnar verða at finna í deild A seinni í ár. Føroyar gjørdu ikki mætari enn at vinna bólkin, tá EM-undankappingin var í Føroyum frá 17. til 23. mars.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo