Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

Badmintonsambandið: Føroyska badmintonlandsliðið, sum í hesum døgum spælir Small States of Europe kapping á Malta, er í hálvfinaluni. Hetta er fyrstu ferð, at badminton er umboðað í hesi kapping.

Í gjár spældu tey innleiðandi dystirnar móti Liechtenstein og Malta, og í dag móti Gibraltar.

Og væl hevur verið sligið - Føroyar vunnu bólkin. Tey vunnu allar sínar dystir - 5-0 móti Liechtenstein, 3-2 móti Malta, sum er seedað nummar 1, og 5-0 móti Gibraltar.

Enn er ikki greitt, hvørjum tey skulu møta í hálvfinaluni. Tí í hinum bólkinum, har Ísland, Grønland, Kypros og Isle of Man kappast er kappingin meiri jøvn. Londini hava vunnið móti hvørjum øðrum.

Føroyar spæla hálvfinaluna kl. 13.30 føroyska tíð í dag.

Til ber at fylgja við dystunum, leinkið verður lagt á facebook síðuna hjá Badmintonsambandinum beint fyri dystin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo