Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fiskimálaráðið: Føroyar og Noreg hava gjørt semju um makrelatgongd, sum fær gildi í morgin 15. september. Sambært semjuni kunnu føroysk skip veiða 10.000 tons av makreli í norskum sjógvi, tað ið eftir er av árinum. Somuleiðis kunnu norsk skip veiða sama tonsatal av makreli í føroyskum sjógvi.

Londini eru harumframt samd um, at makrelur, sum er veiddur inni hjá hvør øðrum kann landast hjá hvør øðrum. Tó eru londini samd um, at makrelur veiddur eftir hesari semju skal seljast umvegis Norges Sildesalgslag.

Semjan, ið er orðað á nýnorskum, kann heintast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo