Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

- Eg skrivaði í síðstu viku eitt lesarabræv um vaksandi trupulleikan við rúsevnismisnýtslu í Føroyum, og tá gekk tað upp fyri mær, hvussu nógvir føroyingar beinleiðis ella óbeinleiðis eru raktir av hesum álvarsliga trupulleikanum.

Vit halda í Javnaðarflokkinum, at hetta krevur politiska raðfesting, men vit vita eisini, at vit gera tað best í samstarvi við tey, sum starvast á økinum.

Tí vil eg saman við restini av Javnaðarflokkinum varpa ljós á hetta evnið við einum tiltaki, har vit viðgera trupulleikan saman við serkønum. Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið.

Um tiltakið:
Ferð eftir ferð verður ført fram, at rúsevni er ein vaksandi trupulleiki í Føroyum. Fleiri ung rúsa seg, og alsamt størri nøgdir av rúsevnum verða smuglað til landið. Hvør er orsøkin og hvørjar eru loysnirnar? Tað viðgera vit, tá vit mikukvøldið 23. august savna Føroya Politi, TAKS, Bláa Kross, ADHD-felagið, SSP og Almannaverkið í Perluni í Havn, har umboð halda hvør sína stutta framløgu og síðani svara spurningum saman við Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni.

Javnaðarflokkurin er vertur og Kristianna Winther Poulsen er orðstýrari.

Skráin:
- Magni Højgaard, leiðari í RÓWT, greiðir frá, hvussu stórur trupulleikin við rúsevnum er í Føroyum.

- Føroya Politi: Kári Jacobsen, løgreglumaður, greiðir frá, hvussu løgreglan merkir vaksandi nýtsluni av rúsevnum í Føroyum.

- TAKS: Birita Biskopstø, tollleiðari, greiðir frá vaksandi smugling av rúsevnum til Føroya.

- ADHD-felagið: Bjørg Dam greiðir frá, hví summi menniskju kenna tørv á at rúsa seg.

- SSP: Daisy J. Iversen, ráðgevi og brotsserfrøðingur: ”Verndarfaktorur heldur enn vandafaktorur”.

- Blái krossur: Lív Brúsá, sálarfrøðingur á fyribyrgingardeildini: ”Ein rúsfrí framtíð”.

Eftir framløgurnar er spurnarumfar. Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við ábyrgd av heildarætlanini, sum skal virka fyri at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu.

Kristianna Winther Poulsen
Javnaðarflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo