Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Róðrarsamband Føroya: Kappingin um WRICH/ heimsmeistaraheitið í inniróðri, verður í døgunum 25. og 26. februar.

7 føroyskir luttakarar hava kvalifiserað seg at luttaka í kappingini í einum ella tveimum flokkum.

Upprunaliga skuldi HM/WRICH (World Rowing Indoor Championships) vera í Hamburg, Týsklandi, men fyriskipararnir avgjørdu í desember 2021 at skipa tiltakið sum netborið, vegna farsóttina.

HM er fyri luttakarar U19 og eldri, og kappast verður í teinum á 500m og 2000m. Tríggir luttakarar frá 5 meginøkjum (Amerika, Afrika, Asia, Osiania og Europa) hava møguleika at kvalifisera seg fyri hvørt økið. 

Sí bólkar og luttakarar her: https://worldrowing.entries.regatta-systems.com/wrich/2022

Róðrarsamband Føroya skipar fyri almennum tiltaki í sambandi við kappingina um heimsmestaraheitið. Kappingin verður í aulaini í Læraraskúlanum. Áskoðarar eru vælkomnir til tiltakið fyri at vísa luttakarunum teirra stuðul.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo