Føroyingar kunnu vera væl nøgdir við fyrra hálvleik av landsdystinum hjá monnum, sum var leiktur í Høllini á Hálsi í Havn í kvøld.
Seinni hálvleikur gjørdist tó ikki eins spennandi og fyrri, tí tá dragnaði av álvara ímillum liðini.
Sostatt hevur Týskland nú vunnið sær atgongd til HM í Svøríki og Póllandi næsta ár.
Størstu føroysku málskjúttarnir vóru Elias á Skipagøtu við 9 málum og so Pætur Mikkjalsson, sum kom við uppá avboð men leikti ein sera góðan dyst. Hann fekk 5 mál. Hákun West av Teigum fekk 4 mál.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo