40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Nordatlantens Brygge: Bindifestivalurin Pakhusstrik stendur fyri durum og ein av fyrilestrunum, sum luttakararnir kunna tekna seg til, er fyrilesturin hjá Sissal Kristiansen, fortællinger fra en strikkende færøsk uldaktivist.

Leygarmorgunin, 10. september sigur Sissal frá um binding og føroyska mentan, og hvussu hesi eru bundin saman. Hon umrøður týdningin av ullintu dópsgávuni, ið er givin føroyingum gjøgnum tíðir og hvat virði binding hevur í Føroyum í dag. Hon viðgerð hvørt serstøk føroysk siðvenja, ullin og gomlu mynstrini enn hava týdning fyri føroyingar. Er talan bert um tjóðskaparromantikk, ella snýr tað seg um burðardygd og nærframleiðslu? Hvør er mynsturtráðurin í øllum hesum?

Shisa Brand
Sissal Kristiansen er sniðgevin handan Shisa Brand. Shisa Brand fór av álvara at binda og sniðgeva til føroyingar í 2013, og hevur drívmegin hjá Sissal alla tíðina verið, at skapa snið, ið virða føroysku ullina og føroyskan bindisið, ið hava sermerkt føroyska binding og mentan ígjøgnum tíðir. Við Shisa Brand ynskir Sissal Kristiansen at bjóða siðvenjunum til dans og skapa snið, ið bæði hava eina føroyska kjarnu, men sum eisini eru í tráð við hennara fagurfrøðiliga ans og stíl. Hartil hevur tað týdning at hava klassikaran í huga, so at oyðsl avmarkast.

Pakhusstrik
Pakhusstrik er afturvendandi tiltak á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn, ið hvørt ár dregur hópin av bindiglaðum, úr øllum heraðshornum, til bryggjuna. Skráin er umfatandi; alt frá strikkewalk, strikke-sejlads og bindibingo til fyrilestrar um serstaka íslendska førararseyðin, og um grønlendska moskusull. Tað er ókeypis at vitja Norðurbryggjuna og mongu spennandi sølubúðirnar, tó krevst atgongumerki til fyrilestrar og serligu tiltøkini. Atgongumerki fáast til keyps á heimasíðuni www.nordatlantens.dk.

Hvat: Sissal Kristiansen og Shisa Brand á bindifestivalinum Pakhusstrik

Hvar: Nordatlantens Brygge, Strandgade 91, Kbh K.

Nær: Fyrilestur við Sissal Kristiansen leygardagin 10. september kl. 10-11. Atgongumerki krevst

Les meira um Pakhusstrik: 9.-11.september. her  &   myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo