Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tað eru ikki einans föroyska hondbóltsliði, sum megnar at spæla seg inn á stóra altjóða pallin. M.A. Jacobsens virðislønti leikbólkurin Det Ferösche Compagnie tekur í lötuni eitt megnar tak fyri föroyska leiklist. Undir heitinum Castle of Joy skal leikurin Lykkenborg hjá leikbólkinum á pall í týdningarmesta mentanardeplinum í London, The Barbican. Í fjör byrjaði Búi Dam, leiklistarligur stjóri í DFC, eitt samskift við Toni Raclin, leiklistarligur stjóri á The Barbican. Hetta fördi við sær, at ein framleiðari frá The Barbican kom at hyggja eftir leikinum, tá hann varð framfördur á IETM festivalinum í Århus. Durita Sumberg, framleiðari í DFC, tók síðani samskift upp við Jill Shelley, framleiðara, og hevur tað nú leit til, at Lykkenborg skal framförast á hesum stóra, altjóða palli.

Um ynski at fáa Lykkenborg á pall í The Barbican skrivar Jill Shelley, framleiðari, soleiðis:

The Barbican Centre is one of Europe's leading multi-arts centres. (…) We are widely known for showcasing the best of the international performing arts in London and platforming new voices and perspectives on the global stage. (…) I went to see Castle of Joy (Lykkenborg) by Det Ferösche Compagnie and immediately knew it would fit well within our programme. This international work is of excellent quality. I loved the multi-disciplinary approach to the telling of a story based on true events. Faroese work is under-represented in our programme and I think this piece would have strong appeal to our audiences.

Um hendan möguleikan sigur Búi Dam soleiðis:

Hetta er ein stórur dreymur sum gerst veruleiki fyri okkum í Det Ferösche Compagnie. Tey flestu av okkum hava lisið í London. The Barbican er staðurin, har vit hava havt tær stóru listarligu upplivingarnar, sum eisini hava formað okkum sum listafólk og leikbólk. Romeo Castalucci, Robert LePage, Ivo Van Hove, Katie Mitchel, Akram Khan, Royal shakespeare Company og Complicité eru bara nökur av növnunum sum frammföra regluliga á The Barbican. At vit nú skulu á sama pall sum hesi megnar listafólk er stórt fyri okkum, og fyri föroyska leiklist sum heild.

Tíðarætlanin verður soleiðis, at toymi handan Lykkenborg ferðast til London tann 25. februar 2024. Tá hevur toymi tveir dagar at seta leikin upp á The Pit pallinum. Í alt verða 5 sýningar.

Frumframförslan í London verður 28. februar, har The Barbican bjóða miðlum til sýningina. Eftir frumframförsluna verður eitt listafólkaprát við Búa Dam, leikstjóra og hövund.

Síðani vera sýningar 29. feb, 1. og 2. mars (leygardagin 2. mars vera tvær sýningar)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo