Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Nám (ritstjórn S. Sólsker) gevur í hesum døgum út bókina “Føroysk mállæra 3. Ljóðlæra” eftir Hjalmar P. Petersen, professara í málvísindum á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Bókin er 96 blaðsíður, og er, sum heitið sigur, um ljóð í føroyskum.

Fyrst verða tey mest grundleggjandi heitini kunnað, og síðani verður farið neyvari ígjøgnum sjálv- og hjáljóð.

Eisini er eitt kapittul um herðing og eitt um máltóna.

Fyrr hevur Nám givið út bøkurnar “Føroysk mállæra 1. Kyn, orðmyndan og bending” (243 bls.) og “Føroysk mállæra 2. Grunddrøg í føroyskari syntaks” (470 bls.).

Høvundurin fekk M.A. Jacobsen virðisløn fyri yrkisbókmentir 2020 fyri bd. 1 og bd. 2 við teirri grundgeving, at tær ”... eru skrivaðar við støði í nútímans almennum ástøði um mál og í føroyskari málgransking í hesi øldini. Bøkurnar geva eina góða mynd av føroyskum máli í dag og eru týðandi íkast í mállærubókmentirnar”.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo