40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

- Hetta er ein vánalig og sera dýr avtala fyri okkum. Vit hava fingið lítið meira enn tað, sum var ringasta hugsandi útfallið, sigur Fríði Magnusen, sum danskir miðlar kalla føroyski stórreiðarin í Norðurjútlandi.

Sambært avtaluni kunnu danskir fiskimenn rokna við at missa 25% av kvotunum í bretskum sjógvi.

Fríði Magnusen er eisini formaður í felagnum hjá donsku uppsjóvarvinnuni, Danmarks Pelagiske Producentorganisation. Hann er reiðari á Asbjørn og Junior, og nú ES og Bretland hava gjørt avtalu um Brexit følir hann seg sviknan.

- Tað verður ein stór minking í søluni. Vit mugu berjast ímóti hesum, men tað krevur ein góðan vilja eisini frá politikarunum á Christiansborg, tí tað verður neyðugt at hyggja at bygnaðinum í allari vinnuni, sigur hann.

Tað sum sannlíkt fer at henda er, at tá kvoturnar minka í bretskum sjógvi, so fara stóru ídnaðarskipini at leita sær á heimligari leiðir og har troka aðrar burtur.

- Hetta rakar alla fiskivinnuna og fer at kosta nógv arbeiðspláss, tí er neyðugt at politikararnir koma við einum útspæli, hoyrist úr vinnuni.

Tað er serliga fiskimenn úr Frankaríki, Danmark, Írlandi, Niðurlondum, Týsklandi, Belgia, Spania og Svøríki sum verða raktir at nýggju Brexit-avtaluni. Í Frankaríki hevur stjórnin longu gjørt greitt, at hon fer at veita vinnuni fíggjarligan stuðul, skrivar Jyllandsposturin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo