Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Sersambandið fyri súkkling og triathlon: Seinasta umfarið í DM seriuni í draft triathlon var hildið um vikuskiftið. DM serian fevnir um 5 umfør, har fyrsta umfar var í mai og seinasta umfar var leygardagin 9. Sep. Vinnarin av hvørjum umfari fær 99 stig, nr. 2 fær 98 stig, nr. 3 97 stig o.s.fr.  Luttekur ein luttakari í øllum 5 umførunum, eru tað 2 tey bestu úrslitini sum telja við. Eyðkenni við draft triathlon, er at ein hevur loyvi at liggja í lívd aftanfyri ein annan. Tað eru eisini triathlon, har tað ikki er loyvi at súkkla ov nær við súkklaran, sum er frammanfyri ein, og tá eru kappingarnar ofta longri. Draft serian er eyðmerkt við at verða styttri og skjótari kappingar.

FINALU UMFARIÐ VAR Í VIKUSKIFTINUM
Ársins seinasta umfar var í Aarhus í leygardagin. Teinarnir vóru 350 m svimjing, 10 km súkkling og 2,5 km renning. Stutt og skjótt.  20 luttakarar stóðu klárir á strondini í Tangkrogen, tá startskotið ljóðaði. Svimjingin fór fram á sjónum. Tað var eitt nakað av aldu, og gjørdi tað svimjingina eitt sindur avbjóðandi. Eftir at hava svomið 350 m á sjónum, skuldu luttakarnir súkkla tveir umgangir á 5 km. Tað vóru nógv sving á rutuni, og hóast kappingin var í Danmark, so var eisini onkur brekka. At enda skuldu luttakarnir renna 2,5 km á einari gøtu við skiftandi undirlagi, grús og asfalt.

FØROYINGARNAR STÓÐU SEG STAK VÆL VIÐ HVØR SÍNARI STYRKI
Tveir føroyingar luttóku, Bergtór Tórsteinsson og Magni Jóhansson Hansen, betri kendur sum Magni Pagni. Fyri at verða millum teir skjótastu, skal ein helst duga allar tríggjar greinar væl og eisini hava gott skil á skiftunum millum greinarnar.

Bergtór er sterkari svimjarin og kom úr sjónum á 4. plássi ímeðan Magni var nøkur pláss longri afturi. Í skiftiøkinum vann Magni eitt sindur av tíð, við sera skjótum skiftum, og vann sær nøkur pláss fram. Tá teir fóru at súkkla, var Bergtór á 5 plássi og Magni hevði vunnið seg fram á 7. plássið.  Teir báðir og ein dani arbeiddu væl saman á súkkluni, júst sum ein eigur í draft. Saman hálaðu teir spakuliga inn á kappingarneytarnar, sum vóru frammanfyri. Bergtór hevði ein lítlan skaðai lærinum frammanundan, sum í kappingini fór at arga, og sakk spakuliga afturúr teir seinastu 2 km á súkkluni. Tá súkklingin var liðug og renningin byrjaði, hevði Magni tikið seg fram á 5. plássið. Hann helt á og vann seg skjótt fram í renningini. Við einari miðalferð á 3.39 min/km rann hann seg fyrst upp á eitt 4. pláss, og síðani eftir at hava runnið hálvan teinin, streyk hann upp fram á 3. plássið. Kappingin um 3. plássið var tó hørð, og Magni mátti lata skarvin yvir í endaspurtinum og kom á mál í einum góðum 4.plássi. Lærið hjá Bergtór argaði eisini, tá hann fór at renna, men treiskur sum hann er, kom hann á mál á einum flottum 10. plássi.

MAGNI GLEÐIST UM SAMLAÐA ÚRSLITIÐ OG YNSKIR SÆR ENN FLEIRI ROYNDIR
“Spell at eg ikki havi betri taktiskt forstáðilsi”, sigur ein troyttur Magni. “Vit hava fáar slíkar kappingar í Føroyum, so tað er ringt at fáa royndir í hesum kappingarforminum. Tað er bara eitt lítið ár síðan eg á fyrsta sinni luttók í einari draft kapping, tað var á einum túri á Malta, sum SST skipaði fyri. Eg havi nógv eftir at læra, og læri eina rúgvu hvørjaferð eg kappist.”

BERGTÓR GLEÐIST UM TAÐ SUM RIGGAÐI HJÁ SÆR OG VÆL SKIPAÐU TILTØKINI Í DANMARK
“Hetta var ein væl skipað kapping. Tað var týðiligt, at fyriskiparnir hava gjørt nógv burturúr”, sigur Bergtór. “Hjá mær gekk serliga væl at svimja. Á súkklurutuni vóru nógv 90° og 180° sving, har tað var neyðugt at fara langt niður í ferð. Fyri tað mesta gekk tað væl, men ímóti endanum fekk eg ilt í lærið, tá eg skuldi accelerera úr svingunum. Lærið bleiv eisini ein avbjóðing í renningini.”

OKKUM TØRVAR FLEIRI YMISK SLØG AV TRIATHLON TILTØKUM Í FØROYUM
Bæði íðkarar og Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon ynskja ein størri diversitet í kappingunum í Føroyum. Landsliðsvenjari Helgi Winther Olsen vísir á, at nógvar kappingar verða skipaðar sum hesar við stuttum teinum og drafting, og vísir eisini á mongu aðru møguleikarnar sum aquathlon og duathlon.

“Í fjør heyst vóru vit við einum liði á smátjóðaleikum á Malta og kappaðust við maltesar og kypriotar í trimum slíkum greinum. Tað var stutt, skjótt og hart í øllum greinum, har íðkararnir ávikavist bara súkklaðu og runnu ella svumu og runnu, umframt eitt stutt draft triathlon. Tað er stuttligt og loyvir íðkarum við ymsum styrkjum at standa seg væl.”

Helgi meinar eisini, at hetta er mátin at menna bæði áhuga og kappingarstøði í ítróttinum. Ikki minst millum ung.

“Eg meini avgjørt, at hetta er ein lykil til at fáa fleiri ung við, og eisini at hækka ferðina í longra olympiska teininum, sum vit eitt nú kappast í til oyggjaleikir. Tað er við broytingum í reglunum nú eisini gjørligt, at oyggjaleikakappingin verður styttri og við drafting, so hetta er nakað vit skulu duga. Eisini at skipa góð og innbjóðandi tiltøk, sum vit hava sæð í Klaksvík og í Fuglafirði, og kappingarformat sum tiltala fleiri íðkarum. Tiltøk, har íðkarar merkja, at tað er gjørt nakað serligt fyri teir. Tað er tí vit hava tørv á fyri at menna ítróttin.”

Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon ynskir Magna og Bergtóri til lukku við úrslitunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo