Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroysk vektlyfing er í støðugari menning, og í altjóða kapping í Spania fyrr í hesum mánaðinum stoytti ein føroysk kvinna fyri fyrstu ferð 100 kilo upp um høvd.

Hetta var fyrsta ferðin, at føroyskir vektlyftarar kappast altjóða, og tað vóru Anna Kristina Niclasen, Maibrit Reynheim Petersen og Pól Hendrikur Andreasen, sum 3. juli luttóku í International Cidade de La Coroña í Spania XXIV.

Kappast varð ímóti vektlyftarum úr Ungarn, Slovenia, Spania, Portugal, Danmark og Týsklandi, og hóast tað ikki bleiv til heiðursmerkir til føroysku vektlyftararnar, settu føroyingarnir bæði føroysk og persónlig met.

Anna Kristina Niclasen knógvaði sum fyrsta føroyska kvinna 100 kiloum í stoyt. Í 71 kilo bólkinum lyfti hon 72, 76 og 80 kg í trekk, 92, 96 og 100 kg í stoyt og 180 kg íalt. Hon setti føroyskt met í trekk, stoyt og íalt og rakk einum flottum 5. plássi.

Pól Hendrikur Andreasen setti føroyskt met í trekk við 87 kiloum og somuleiðis føroyskt met í tveykamp á 197 kg. Ein roynd á 114 kg, ið hevði verið føroystk met, eydnaðist nærum, tó dómararnir kolldømdu lyftið við atkvøðunum 1-2.

Maibrit Reynheim Petersen setti persónlig met í sama vektbólki sum Anna Kristina, og við somuleiðis seks út av seks góðkendum lyftum trekti hon 63, 66 og 69 kilo og stoytti 80, 84 og 87 kilo, ið gav jenni ein tveykamp á íalt 156 kg.

Venjarin hjá føroysku lyftarunum, Frank Petersen, sum eisini er landsliðsvenjari hjá donsk kvinnunum, fegnast um um góðu gongdina í føroyskari vektlyfting: “At føroysk kvinna lyftur 100 kilo upp um høvd, teknar gott”, heldur venjarin fyri.

____________________________________________________

Heimasíður:
www.styrki.fo
www.sff.fo
www.iwf.net

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo