Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Føroyska bíbliufelagið: Sunnudagin 12. novembur kl. 11.00 verður hátíðargudstænasta í Vesturkirkjuni. Hátíðargudstænasta er, tí at tað í ár eru 200 ár síðani, føroyingar fingu Matteusarevangeliið á egnum málið. Hetta var fyrsta bókin í Bíbliuni á føroyskum, og hetta var eisini fyrsta veruliga bók á føroyskum. Hvørt húsarhald í landinum fekk eitt eintak, og var tað J. H. Schrøter, sóknarprestur í Leirum, ið týtti og Danska Bíbliufelagið gav út.

Bókin fekk navnið “Føroyska bók”, og staðfestir Christian Matras, professari: “at Schrøter við hesum verki legði støðið undir føroyskt bókamál.”

Gudstænastan er tí bæði eitt hátíðarhald fyri føroyskt mál og bókmentasøgu og fyri føroyska kirkju- og bíbliusøgu.

Í gudstænastuni luttaka Tórshavnar Manskór, Føroya biskupur og umboð fyri Føroyska Bíbliufelagið. Eftir gudstænastuna er kirkjukaffi og ein framsýning av Bíblium heilt frá tíðini undan trúbótini til okkara dagar. Petur Martin Petersen úr Fuglafirði eigur Bíbliurnar.

Øll eru vælkomin!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo