

Vit hava øll árini virkað fyri, at vitan um Føroyar og føroyingar gerst størri millum danir – og serliga donsk skúlabørn.
Hetta er gjørt gjøgnum kanningar, spurningar til ráðharrar, við at taka tað upp í fólkatingstingsalinum og við aðrar viðkomandi partar.
Eitt beinleiðis úrslit er, at undirvísing um Føroyar er vorðin fastur táttur í donskum skúlum.
Eitt annað ítøkiligt úrslit er, at undirvísingartilfar um Føroyar er gjørt til danskar lærarar.
Vit hava sjálv verið við til at gera okkurt av hesum tilfari – og vit hava víst á skeivleikar í øðrum tilfari, sum er gjørt. Hesir skeivleikar eru síðani rættaðir.
Í hesum valskeiðinum gjørdu vit avtalu um, at undirvísast skal í føroyskum viðurskiftum á Keypmannahavnar Universiteti.
Avtalan varð gjørd í samráð við danska universiteti og Fróðsaparsetrið.
Vit fingu fimm milliónir settar av á donsku fíggjarlógini til hetta endamál.
Sjúrður Skaale, fólkatingsvalevni fyri Javnaðarflokkin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo