40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Faer Isles Distillery: Triðja produktið hjá Faer Isles Distillery kemur nú á marknaðin. Tað heimsins fyrsta vodka gjørt av feskvatni, funnið undir havsins botni.

Tað var tá Sandoyartunnilin varð boraður, at ein leki varð funnin, har feskt vatn rann úr. Tað vísti seg at renna stórar nøgdur støðugt úr lekanum í fleiri mánaðar, og har fekk Kristian Stórhamar, annleggsleiðari hjá NCC í tunlinum, hugskotið, at hetta kundi brúkast til spiritus-framleiðslu.

Tá menninir í Faer Isles Distillery fingu uppringina frá Kristiani, vóru teir ikki í iva – hetta mátti brúkast. Vatngóðskan bleiv beinanvegin kannað. Hon vísti seg at vera framúr góð og kemiskt heilt øðrvísi enn vanliga drekkivatnið í Føroyum. Jarðfeingi metti, at vatnlummin saktans kundi verið nógv túsund ára gomul. So bleiv hugskotið til North Atlantic Subsea Vodka skapt og avtala gjørd við P/F Eysturoyar- og Sandoyartunnil um nýtslurættin til vatnið.

Síðani fór menningartoymið hjá Faer Isles í gongd við at gera produktið og náddu at hava tað klárt, áðrenn seinasta skotið bleiv latið av til tunnilin. 25 fløskur av Subsea Vodka vóru fyrstu lutirnir, sum fóru ígjøgnum tunnilin – tær blivu drignar gjøgnum 10 cm smølu grovholini, sum eru boraði, fyri at tryggja, at man hevur rakt rætt.

Subsea Vodka bleiv beinanvegin sent inn til eina av fremstu altjóða kappingunum fyri vodka, The Vodka Masters. Kappingin hevur nakrar av bestu serfrøðingunum í heiminum í dómsnevndini. 1. september bleiv tað almannakunngjørt, at Subsea Vodka hevði vunnið gull í flokkinum Super Premium.

Fríggjadagin 16/9 verður Batch 1 at fáa í Rúsuni kring landið, á flogvøllinum og umborð á Norrønu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo