40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Nýggja slagið av føroyskum Whisky, Einar's Single Malt frá Føroya Bjór, verður selt fyri ørandi upphæddir á internetinum, serliga á facebook. Dømi eru um, at fýra fløskur hava fingið boð uppá 10.000 krónur, stutt eftir at gyltu droparnir kundu keypast fyri minni enn helvtina hjá Rúsdrekkasølu Landsins.

Fólk leggja inn undir seg tá vøran kemur út, til onki er eftir, og selja so fyri fleirfaldan prís á netinum aftaná.

- Hvørja ferð eitt nýtt batch, sum er eitt framleiðslurað, av Einar's Whisky fer til sølu, er ein bíðirøð uttan fyri Rúsurnar kring landið eina góða løtu, áðrenn Rúsdrekkasølan letur upp, skrivar Kringvarpið.

Sjálvur mælir upphavsmaðurin, Einar Waag, Rúsuni til at avmarka søluna, so somu kundarnir ikki kunnu keypa inn undir seg. Men higartil hevur hetta ikki borið til.

Tað er tó ikki lógligt hjá nøkrum, sum ikki hevur loyvi til tað, at selja rúsdrekka, á netinum ella nakra aðrastaðni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo