Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Sosialurin: Árbókin "Føroyskur Fótbóltur 2023" er útkomin. Í bókini verður tikið saman um eitt sera hendingaríkt fótbóltsár. 

Greitt verður frá gongdini í Betrideildini hjá monnum og kvinnum, tikið verður saman um avrikini hjá feløgunum, profilar og ungir spælarar verða umrøddir, og nógv verður eisini gjørt burtur úr altjóða fótbólti – ikki minst avrikinum hjá KÍ í Europa.

Í bókini eru greinar, hagtøl, yvirlit og nógvar góðar myndir.

Sosialurin gevur "Føroyskur Fótbóltur 2023" út. Bókin er 200 blaðsíður og fæst í bókabúðum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo