Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í kvøld var áhugaverd sending í Kringvarpinum um Jóannes bónda.

Fríggjadagin 6. mai eru liðin 150 ár, síðani Jóannes Patursson varð borin í heim, og í tí sambandinum hevur Kringvarpið gjørt ein dokumentar.

Sendingin lýsti hansara lív úr ungum aldri til hann doyði í 1946.

Sera áhugaverdar samrøður vóru gjørdar við limir í Patursson ættini. Hesar samrøður lýstu væl Jóannes bónda sum persón og tátíðarinnar størsta framburðsmann í Føroyum.

Í sendingini var eisini lýsing av hansara flokspolitiska lívi. Har varð byrjað við tá ið hann stovnaði Sjálvstýrisflokkin og virkaði sum formaður í fleiri ár.

Tað sum mong undrast á í sendingini um hansara politiska lív er, at seinni partur av tí lívinum var duldur.

Jóannes fór í 1936 í part við teimum, ið stovnaðu Vinnuflokkin.

Seinni var hesin flokkur umskipaður til Hin Føroyska Fólkaflokkin ( Radikalt sjálvstýri ).

Sum fyrsti formaður Fólkafloksins skipaði hann og stóð á odda fyri føroysku fullveldisrørsluni.

Hví var hesin seinni parturin av hansara flokspolitiska lívi útihýstur í sendingina hjá Kringvarpinum, kundu vit spurt.

Síggj sending her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo