Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Havnar Framburðsfelag: Havnar Framburðsfelag valdi á ársaðalfundi, á Grækarismessu, nýggja nevnd, ið fer at styrkja Fólkaflokkin í Suðurstreymoy til komandi val. 

Í nevndini sita nú:  Birgir Nielsen, formaður, Malan á Dul Nielsen, næstforkvinna, Mona Breckmann Wescott (væntar á myndirni), Jan Vestergaard, Rói Johannesen, og sum eykalimir Fróði Ó. Olsen og Grímur Sundstein.

 Ynskja fleiri kvinnur at stilla upp:
Eitt høvuðsmál er at finna fleiri borgarligar kvinnur á okkara vallista. Vit ynskja avgjørt at fleiri kvinnur bjóða seg fram at umboða Fólkaflokkin í Tórshavnar kommunu.

Borgarligar kvinnur í Suðurstreymi hava í dag tíverri nærum onga umboðan og onga rødd. Tað má broytast til komandi val, tá vit miðja eftir at stilla upp áleið sama tal av borgarligum kvinnum og monnum.

Hetta sigur Birgir Nielsen, nýggjur formaður í Havnar Framburðsfelag, sum saman við nývaldu nevndini hevur sett sær greið og høg mál til komandi val.

Fólkaflokkurin skal aftur vaksa í Suðurstreymoy
Aðalmálið hjá okkum í Havnar Framburðsfelag er at fáa fleiri veljarar aftur til Fólkaflokkin í Suðurstreymoy komandi árini. Kommunuval er um smá 2 ár og løgtingsval um smá 4 ár. 

Greiður  borgarligur boðskapur:
Vit í Fólkaflokkinum mugu duga betur at røkka frílyntum veljarum í Høvðusstaðnum, bæði kvinnum og monnum í øllum aldri, við okkara góðu stevnuskrá og boðskapi. 

Áræði, Ágrýtni og Ábyrgd eru lyklaorðini fyri politikkin hjá Fólkaflokkinum.

Fólkaflokkurin er ein borgarligur, sosialur og liberalur tjóðskaparflokkur. Við tí leggja vit dent á sjálvræði hjá tí einstaka, styrkina í felagsskapinum millum menniskju, og frælsið hjá fólki og tjóð. 

Meir er at lesa um stevnuskránna her: https://folkaflokkurin.fo/politikkur/

Eg ivist onga løtu í, at Fólkaflokkurin kann fáa eitt betri val enn seinast. Men til tess krevst, at vit standa saman um flokkin, so fleiri borgarligir veljarar í Suðurstreymoy aftur geva okkum álit.

Komandi býráðsval og løgtingsval:
Fólkaflokkurin í Suðurstreymi fekk til síðsta løgtingsval tíveri einki beinleiðis umboð valt á ting. Fáar atvøður restaðu í, at okkara nú fyrsti eykavaldi, Grímur Sundstein, var beinleiðis valdur á ting sum 7 tinglimur við 290 atkvøðum. Mona Breckmann fekk eisini heilar 258 personligar atkvøður og gjørdi sostatt eitt gott val.  

Vit vænta okkum nógv av hesum nýggju valevnum, sum vónandi stilla uppaftur til komandi løgtingsval saman við fleiri dugnaligum borgarligum kvinnum og monnum.

Til seinasta býráðsval kundi tað eisini gingið Fólkaflokkinum betur í Tórshavnar Kommunu.  

Fólkaflokkurin fekk 2 býráðslimir valdar tá, Anniku Olsen og Birgir Nielsen. Hóast Annika fór úr flokkinum beint áðrenn síðsta løgtingsval, helt hon fast í býráðssessin ístaðin fyri at lata hann fara til næst valda á Fólkaflokkslistanum.

Tískil er sessurin í roynd og veru fallin Tjóðveldi í lut fram til næsta býráðsval. 

Birgir Nielsen, sum nú einsamallur umboðar Fólkaflokkin í Tórshavnar Býráð, boðaði í síðstu viku frá, at Fólkaflokkurin tekur seg úr minnilutasamstarvinum millum Tjóðveldi, Fólkaflokkin og Framsókn.  

Frameftir verða Fólkaflokkurin og Birgir Nielsen ein sjálvsstøðugur partur í Tórshavnar býráð, sum tekur støðu frá máli til mál.

Okkara vón er, at fólkaflokksfólk í Suðurstreymoy ressast aftur og standa saman um borgarligu virðini í Fólkaflokkinum til komandi val. Eingin annar flokkur eigur okkara borgarligu virðir.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo