Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Mynid: Brim Arkitektar

Mynid: Brim Arkitektar

Mynid: Brim Arkitektar

Fólkaflokkurin heitir á Byggi- og Býarskipanarnevndina í Tórshavnar Kommunu um at fáa avgreitt og útskrivað byggiloyvið til nýggju kirkjuna á Argjum skjótast gjørligt.

Argjafólk hava í 20 ár arbeitt fyri at fáa bygt eina nýggja kirkju við góðari og miðsavnandi staðseting á Argjum. 

Kirkjuráðið fyri Argja Kirkju hevur síðstu 12 árini fyrireika tilgongdina til byggingina og hevur havt leypandi samskifti við Tórshavnar Kommunu um staðseting  og byggiloyvi til kirkjuna.

Brim arkitektar vunnu arkitektakappingina um nýggju kirjuna á Argjum. Brim arkitektar hava teknað eina vakra og nýmótans kirkju, sum tekur seg væl út á náttúruvakra økinum við Sandá. Nýggja kirkjan er staðsett soleiðis at hon ikki ger seg neiliga inn á økið, gøtuna ella á ánna á nakran hátt.

Byggimálið hevur verið drúgt og hevur verið umvegis allar neyðugar mynduleikar. Tórshavnar Kommuna vísti upprunaliga á økið við Sandá og seldi tað til Argja Kirkju, Síðani er byggisamtyktin broytt við neyðugari góðkenning frá friðingarmynduleika og yvirfriðingarnevnd.

Tórshavnar Kommuna játtaði annars í 2021 prinsipielt byggiloyvið til byggingina av nýggju kirkjuni við Sandá á Argjum.

Tað sum í dag manglar í byggimálinum er, at Byggi- og Býarskipanarnevndin í Tórshavnar Kommunu útskrivar endaligt byggiloyvið tíl Argja Kirkju. Søkt var um hetta frá Argja Kirkju á sumri í 2023., men enn er onki svar komið frá Tórshavnar Kommunu.

Ein áhugabólkur og FNU hava síðstu tíðina mótmælt alment um stasetingina av nýggju kirkjuni og ynskt eina aðra staseting.  Alt gott um slík mótmælir, men hesi skulu sjálvsagt fylgja vanligum mannagongdum í lóggávuni fyri byggimál av hesum slag, um tey skulu fáa nakran virkna. Hvørki hoyringar ella mótmæli hava áður í hesum byggimálinum ført til at friðingarnevnd ella yvirffrðingsrnevnd hava broytt sína avgerð. 

Eg skal ikki fara í smálutir viðvíkjandi síðstu viðmerkingunum frá FNU , áhugabólki og øðrum pørtum um hvørji ynskini vóru frá uppruna eigarnum í sambamd við sølu av grundøkinum. Hetta er eitt mál sum løgfrøðingar, umsitingin í Tórshavnar Kommunu og onnur eru betur til at viðmerkja. 

Tó hevur løgfrøðingur í vikuni kunnað okkum býráðslimir um, at býarskpanarlógin §10, stk. 1 greitt ásetir, at øll skulu virða galdandi byggisamtykt og at møguliga gamlir tinglýstir servituttir falla burtur um teir ikki eru sambært byggisamtyktina.

Fólkaflokkurin og undirritaði tekur ikki undir við at flyta staðsetingina av kirkjuni á Argjum. Fleiri orsøkir eru til hetta.

Fyri tað fyrsta er sera drúgv tíð, arbeiðsorka og ikki minst nógvur peningur lagdur í núverandi byggiverkætlan til nýggju kirkjuna við Sandá.

Harnæst er stórur vandi fyri at ein nýggj staðseting kann seinka byggingina av kirkjuni í fleiri ár ella at hon í ringasta føri dettur niðurfyri.

Í triðja lagið kemur ein nýggj staðseting uttan iva at kosta munandi meira av peningi bæði fyri Tórshavnar Kommunu, men eisini fyri Argja Kirkju.

Síðst men ikki minst er kirkjuráðið, sum er valt av kirkjulimunum á Argjum, og tí umboðar kirkjuna, sjálvt ikki fyri at broyta staðsetingina, men heldur fast við núverndi staðseting.

Fólkaflokkurin í Havn og undirritaði býráðslimur hevur tað greiðu støðu, at farast nú skal undir byggjingina av Argja Kirkju við Sandá og at byggiloyvið tí eigur at verða útskrivað.

Lati okkum nú fáa eina virðiliga loysn á hesum drúgva byggimáli og geva Argja Kirkju endaligt byggiloyvi, soleiðis at byggingin av nýggju kirkjuni á Argjum loksins kann byrja.

Birgir Nielsen, býráðslimur
Fólkaflokkurin í Tórshavnar Býráð

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo