Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fólkaflokkuruin: Fólkaflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið, hvørs endamál er at økja barnafrádráttin hjá føroysku familjunum.

Uppskotið varð lagt fram fyri jól, men av tí at løgtingsval varð útskrivað, datt uppskotið burtur. Tá fíggjarlógin varð borin í Tingið var uppskotið tíverri ikki við.

Tað er átroðkandi neyðugt at geva barnafamiljunum eina hjálpandi hond.

Seinasta tíðin hevur verið merkt av øktum prísum, rentum og oljuprísum v.m. Príshækkingar koma sum steinur omaná byrðu hjá barnafamiljunum.

Tískil er tað alneyðugt, at vit geva barnafamiljum ein fíggjarligan lætta.

Tí verður skotið upp at hækka barnafrádráttin við 2.000 kr. um árið fyri børn undir skúlaaldur og 1.500 kr. um árið fyri børn frá 7 til 17 ár.

Uppskotið fær virknað frá 1.januar 2023, so tað er galdandi fyri alt árið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo