Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tað var ikki sørt hugstoytt og órógvandi at lesa hvørjar hugsanir Javnaðarflokkurin hevur um føroysku frískúlarnar. Har verður sagt um frískúlarnar at ”har verða tey uppald at vera eins og hava somu lívsáskoðan” Og so verður samanborið við fólkaskúlan og skriva at ”har er fjølbroytni og har møtast børnini tvørtur um átrúnaðarligar áskoðanir. Fólkaskúlin hevur ikki til endamáls at menna einsháttað børn.”

Vit í Frískúlanum í Havn harmast um at vitanin um føroysku frískúlarnar ikki er størri enn tað, ið Javnaðarflokkurin sýnist hava. Og tað er ikki sørt at Javnaðarflokkurin við hesum sendir eina mynd av sær sjálvum sum einstáttaður og stokkutur í sínari áskoðan – hugsi ikki at tað er partur av stevnuskrá floksins.

Sum foreldur at barni í frískúla og foreldraumboð í stýrinum hjá skúlanum, ynski eg við hesum at leggja afturat vitanini, soleiðis at vit fáa eitt meira búgvi tjak um okkara skúlaskipan, og ikki minst hvørji møgulig alternativ eru til fólkaskúlan. Her hugsi eg bæði um tjakið um ítøkiliga lógaruppskotið frá uttanríkis- og mentamálaráðnum og hvussu vit í Frískúlanum skipa okkara skúla og hvat vit grunda hann á.

Umtalaða lógaruppskotið raðfestir ikki frískúlar fram um fólkaskúlan, men roynir í størri mun at geva frískúlunum somu treytir at virka undir sum fólkaskúlin. Tað merkir at hóast hesa lógarbroyting, so hevur fólkaskúlin framvegis betri treytir at virka undir. So her er ikki talan um tað, ið Javnaðarflokkurin kallar serskipanir til frískúlarnar, men heldur ein broyting, ið gevur frískúlunum eitt sindur betri møguleika fíggjarliga at vera til sum eitt alternativ – tí at halda lív í einum frískúla krevur nakað heilt serstakt frá foreldrum og starvsfólkum.

Lógaruppskotið er tí ein kærkomin hond, ið verður rætt út til eitt alternativ til fólkaskúlan, ið er umráðandi at varveita í Føroyum, júst tí vit ynskja at leggja dent á eitt fjølbroytt og rúmligt samfelag.

Frískúlin hjá okkum er ein sterkur felagsskapur, har øll kenna øll. Ein skúli, har næmingurin hevur ábyrgd og ávirkan á sína egnu læring, eitt heildagstilboð við undirvísing, fríløtum og frítíðaransing. Eitt stað, har náttúran er sjálvsagdur partur av gerandisdegnum. Ein skúli, har køkurin er hjartað í skúlanum. Frískúlin er ein skúli har frástøðan millum heim og skúla er lítil (sí www.friskulin.fo ).

Í Frískúlanum er pláss fyri og góð tíð til at laga dagin eftir tørvinum hjá einstaka næminginum, samstundis sum vit byggja sterkan felagsskap og menna børn (og vaksin) at virka saman í góðum samstarvi. Í Frískúlanum vita vit at tryggleiki er grundarlagið undir læring og menning. Skift verður ímillum tvørgreinaligt bólkaarbeiði, sangløtu, skipað og frítt útispæl, matarløtu, stilluløtu og einsæris arbeiði í einstøkum lærugreinum.

Í Frískúlanum møtast børn og vaksin tvørturum áskoðanir av øllum slag, tí vit virka á einum fólkaræðisligum grundarlagi og ynskja at læra børnini at vera virkin menniskju í einum livandi og fjølbroyttum samfelag – har tey finna sína egnu rødd og fáa dirvi at brúka hana.

Hetta merkir í verki at vit dagliga hava fundarløtur har tey læra at nýta mannagongdir, sum eru lunnar undir fólkaræðinum. Neyðugt er eisini at hava greiðar karmar fyri skúlavirkseminum og reglur kring atburð, og tí brúka vit eina einfalda skipan at stýra eftir, har næmingarnir fáa eitt val (t.d. eitt námsfrøðiligt val) og í øðrum føri verða møttir við einum hetta er eitt skal (t.d. nakað, ið vit ynskja at øll skulu gera). Vit ynskja við hesum at geva teimum ávirkan og møta teimum har tey eru sum einstaklingar, samstundis sum vit ynskja at tey læra at virka saman í einum felagsskapi við virðing fyri hvør øðrum. Tað eru tey vaksnu, ið hava ábyrgdina at leiða við myndugleika og seta hesar karmar, og tað skulu børnini eisini læra at virka í og saman við.

Sjálvi eru vit ikki í iva um at okkara samfelag eigur at skapa rúm fyri frískúlum, tí tað gevur møguleika at útinna skúla á ein annan hátt. Vit hava í flestu førum funnið eina skipan og undirvísingarhættir, ið kunnu vera eitt svar uppá tær avbjóðingarnar, sum fólkaskúlin stríðist við. So heldur enn at royna at seta kílar millum hesar skúlar og skipanir, so hugsi eg at Javnaðarflokkurin heldur átti at sett okkum stevnu at greiða frá og læra av hvør øðrum – vit geva dagliga okkara íkast til ein betri føroyskan skúla, og meta avgjørt at vit hava nakað virðismikið at geva fólkaskúlanum, eins og vit fegin taka ímóti tí góða frá fólkaskúlanum.

Við skúlakvøðu
Frískúlin í Tórshavn
Steinbjørn Hardlei, stýrisformaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo