Hagstovan: Tann 1. mai í ár var fólkatalið 53.941 og vaks sostatt við 687 fólkum seinasta árið. Tað svarar til ein vøkstur á 1,3%. Vøksturin er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 1,6%. Serliga er tað íkastið frá burðaravlopinum, sum er minkað.
Fólkavøksturin er minkaður nakað seinastu mánaðirnar. Í 2020 og 2021 lá árligi fólkavøksturin millum 1,4% og 1,6%, og seinastu árið var hann 1,3%. Hetta hómast í myndini niðanfyri, har trendurin vísir gongdina í fólkatalinum síðan 1985.
Størstu kommunurnar vaksa mest í tali
Av kommunum vaks fólkatalið seinasta árið mest í Tórshavnar kommunu og hevur nú rundað 22.900. Næststørsti vøkstur var í Eysturkommunu og síðani í Nes, Runavíkar og Klaksvíkar kommunum. Í 12 av 29 kommunum minkaði fólkatalið. Størsta minking var í Sands kommunu.
Av bygdunum vaks fólkatalið mest í Tórshavn, Hoyvík, á Argjum og á Toftum, meðan størsta minking var á Sandi og í Runavík.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo