Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fólkini, sum starvast á gólvinum, eru ekspertarnir! Tað eru tey, sum dagliga uppliva avbjóðingarnar – tað, ið ikki riggar – og tað, ið riggar.

Sum lærari og skúlastjóri havi eg sannað, at pappírsarbeiði og fundarvirksemi fyllir alsamt meira.  Sama havi eg hoyrt t.d. námsfrøðingar og sjúkrarøktarfrøðingar siga. Veruleikin er helst tann, at støðan er hin sama hjá teim flestu, sum arbeiða við menniskjum.

Vit vita, at pappírsarbeiðið fyllir alsamt meira! Og vit vita eisini, at í fleiri førum er tað neyðugt!

MEN tað skal ongantíð stjala tíðina, tú annars hevði havt saman við sjúklinginum, brúkaranum, barnagarðsbarninum ella skúlanæminginum.

Sum hesi starvsfólk so mangar ferðir hava ført fram:

- Okkum tørvar fleiri fólk á gólvinum!
- Okkum tørvar fólk at røkja kjarnuuppgávurnar!
- Okkum tørvar góðar arbeiðsumstøður!
- Okkum tørvar eina løn, ið vit kunnu liva av!

Vit, sum bjóða okkum fram í politikki, skulu lurta! Tí tað er á gólvinum, at kjarnuarbeiðið verður framt! Tað er á gólvinum, at tey vita best!

Jóhannis Joensen,
Javnaðarflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo