Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er ein gamal hevdvunnin aðal-siður fyri samvitskufullar politikarar, at teir royna, sum allarfrægast ikki at blanda sítt partapolitiska arbeiði við AÐRAR interessur.

Tað ideella kravið er, at eingin kann siga, at man er inhabilur, sjálvt um tað ofta er rættiliga trupult í einum so lítlum samfelagi sum tí føroyska, tí tað er ofta so lítið úrval av egnaðum fólki.

Frúgvin Kristina Háfossur er vald á ting fyri Tjóðveldið, og so leingi hon er tað, eigur hon slett ikki at røkja nakrar aðrar parta-politiskt neutralar interessur uttanfyri Løgtingið.

Hon fær rímuliga løn fyri sítt tingstarv, so henni nýtist ikki fleiri inntøkur.

Ynskir og strembar hon heldur eftir at virka fyri felagnum JAVNA, er tað avgjørt hennara demokratiski rættur, men so eigur hon at siga tingstarvið frá sær.

Hon eigur ikki at hava nakað "dupultmandat".

Hvis hon er ruddilig, saklig og ikki makt-grádig, sleppur hon beinanvegin einum øðrum tjóðveldiskandidati framat.

Annars má vera stórt trot á talentum í hennara flokki.

Tað er beinleiðis hyklari og dupultmoralur at sita hvør sínu megin fíggjarborðið og samráðast um divergerandi interessur.

Hetta veit Háfossurin sera væl og átti sjálv at sagt seg frá sum løgtingslimur í somu løtu, hon fekk hitt starvið. 

Vónandi tekur hon skjótt sakliga støðu.

Annars fer felagið Javni i praksis at fungera sum ein republikønsk filial.

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo