40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

270 milliónir krónir í avlopi eftir skatt er úrslitið hjá einum av føroysku peningstovnunum í fjør, vita miðlarnir at siga.

Partareigararnir fáa ein stóran part, og tað skulu tey sjálvandi eisini. Men spennandi verður at síggja hvussu nógv viðskiftafólkini fáa.

Gjøld fyri ”tænastur” og annað eru millum inntøkurnar hjá bankunum. Og so er negativ renta eisini.

Men við flottu úrslitunum, sum peningastovnar hava at vísa á átti at verið ráð at strika gjøld, ella gjørt okkurt við negativu rentuna.

Tí viðskiftafólkini eru ein orsøk til forBanka góðu úrslitini hjá peningastovnunum.

Beinta Løwe
Tingkvinna, Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo