Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

- Tað sum hendi í Føroyum var ein skandala og stór skomm, heldur Ivan Kmotrik, formaður í felagnum Slovan Bratislava, sum í vikuni sendi ikki færri enn tvey lið at spæla Europa Cup dyst ímóti KÍ í Klaksvík. Bæði liðini vórðu kortini kolldømd av føroysku myndugleikunum, ti fólk í hópinum vórðu testað positiv fyri korona, og øll vórðu sett í sóttarhald.

Ivan Kmotrik er ikki mjúkur at strúka og gevur ilt av sær í samrøðu við slovakiska miðlinum News Now.

- Eg kenni meg hjálparleysan og skelkaðan. Eg helt ikki, at slíkt hendi á okkara døgum, sigur hann, og rør framundir, at føroyskir myndugleikar av órøttum royndu at ávirka úrslitið á dystinum.

- Tað var ein gøla, tað sum tey gjørdu ímóti okkum í Føroyum, dysturin átti at verið avgjørdur á vøllinum í fair play anda, men tað hendi ikki. Eg eri fullur av negativum kenslum, sigur formaðurin hjá slovakiska felagnum.

Les alla greinina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo