40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Negativa rentan hjá bankunum ger, at tey múgvandi flyta pengarnar úr bankunum og seta hana í fasta ogn. Og so fara prísirnir á fastari ogn upp, sum aftur ger tað trupult hjá ungu ættarliðunum at seta búgv.

Tað segði formaðurin í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen, í løgtinginum í dag, tá málið um at gera broytingar í kapitalvinnings- og skattalógunum, so fyritøkur kunnu draga negativar rentur frá í skattskylduga roknskapinum, var fyri.

Aksel V. Johannesen helt, at tað einasta rætta er at forbjóða peningastovnunum at taka negativar rentur, men legði í sama andadrátti afturat, at tað helst er lættari sagt enn gjørt.

Málið sum er fyri nú ger tað møguligt hjá fyritøkum at draga negativar rentur frá, men tað verður ikki galdandi fyri vanliga fólk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo