Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í dag og í gjár hevur BBC World News sent grindafilmin The Islands and the Whales, sum Mike Day gjørdi í Føroyum í fimm ár. Filmsfelagið frumsýndi filmin í Føroyum í 2016 og síðan hava nógv fólk sæð hann, eisini úti í heimi.

Grindafilmurin, sum verður sýndur í tveimum, er partur av altjóða røð av heimildarfilmum, sum BBC hevur valt at varpa ljós á beint nú.

Tað sermerkta við filminum er, at hann ger umheimin varugan við dálkaðu heimshøvini, sum grindahvalurin og alt annað, vit taka úr havinum ferðast í. Hetta verður undirbygt við umfatandi kanningum hjá Pál Weihe í 25 ár.

Skotski Mike Day gjørdi í 2011 filmin The Guga Hunters of Ness, har hann fylgir tíggju monnum frá oynni Lewis, tá teir fara at taka súlu á Sula Sgeir. “Following in the footsteps of their ancestors, they journey through storms to hunt gannets, a prized delicacy in Ness”.

Á sumri í 2018 heiðraði Filmsfelagið Mike Day og hansara avrik við filminum The Islands and the Whales við heiðurslønini Ársins Andøvsfiskur.

Sí myndir: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo