Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Norðurlendskir tónlistadagar ella Nordic Music Days vórðu fyrstu ferð hildnir í 1888 og hava síðan tá ferðast ímillum ymsu norðurlondini, sum eru limir í Nordisk Komponistforbund. Hetta er tó fyrstu ferð at dagarnir verða hildnir í Føroyum og Norðurlandahúsið verður miðdepilin fyri festivalin.

Evnið í 2020 er ”Røtur”, og ein lýsing eftir hugskotum og verkum er send tónaskøldum og øðrum í øllum Norðurlondum.

Kristian Blak, formaður í Felagnum Føroysk Tónaskøld fegnast um, at festivalurin kemur til Føroya:

”Felagið Føroysk Tónaskøld hevur tikið lut í norðurlendskum og øðrum altjóða virksemi síðani felagið var stovnað í 1987. At Norðurlendsku Tónlistadagarnir eru settir at fara fram í Føroyum í 2020 er ein viðurkenning av støðinum og áhaldandi virkseminum hjá felagnum innan nýskapandi og eksperimenterandi tónleiki.”

Skráin fyri dagarnar verður sett saman av einum norðurlendskum kuratortoymi við umboðum fyri ymsar serkunnleikar innan listatónleik og áhoyraramenning. Tey, ið manna toymið eru: Sunleif Rasmussen (FO), Tine Louise Kortermand (DK), Anna Boukris (DK) og Gunnar Karel Másson (IS).

«Vi gleder oss til å ønske musikkfestivalen Nordic Music Days velkommen til Færøyene! De vil fylle huset, byen, grotter og øyene med musikk og jeg håper at vi under festivalen i 2020 virkelig får kjenne på det nordiske samarbeidet, musikkens uttrykk og betydning i vår tid. Nordens Hus på Færøyene er virkelig stolte og glade over å være partner i dette prosjektet og at vi sammen skal utvikle og løfte dette frem! Med tema «røtter» håper jeg vi får noen opplevelser og møter som vil vokse videre her på Færøyene, langt inn i fremtiden,« sigur Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo