Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Mynd: Birgir Kruse

Mynd: Birgir Kruse

Fleiri myndir

Í dag hava Føroyar gjørt trý ára samstarvssáttmála við franska netmiðilin Meludia, sum er eitt amboð at læra tónleik. Fleiri enn 600 royndir eru í tónleikaskipanini, sum Nám hevur samskipað.

Øll tjóðin, tað er fleiri enn 50.000 íbúgvar, og øll tey, sum vitja í Føroyum, fáa ókeypis atgongd til Meludia á netinum í trý ár. Meludia er eitt amboð, sum øll kunnu brúka at fáa eina grundleggjandi tónleikafatan.

Skipanin er hin fyrsta at geva eina heildarfatan av tónleiki á føroyskum.

Tá tónaskaldið, Sunleif Rasmussen, varnaðist Meludia og tann týdning, skipanin kundi fáa í føroyskari tónleikalæru, setti hann seg straks í samband við løgmann, Aksel V. Johannesen. Saman við Rigmor Dam, landstýriskvinnu í mentamálum, og Honnu Jensen, løgtingskvinnu, fekk Sunleif skipanina týdda.

Sunleif, sum er ambassadørur fyri Meludia í Føroyum, sigur, at ”Meludia, sum er fyri bæði leik og lærd, er at læra tónleikamálið gjøgnum spæl. Meludia er fyri nýbyrjarar og professionellar tónleikarar, og alt harímillum.”

Rigmor Dam, landstýriskvinna í mentamálum, sigur, at ”Endamálið við Meludia er at læra børn og vaksin ein tónleikaførleika, sum lærir okkum at lesa, skriva og skilja tónleikin. Akkurát á sama hátt sum at duga at lesa, skriva og tala eitt tungumál. Mítt ynski er at bjóða øllum føroyingum at vera vælkomin inn í tónleikin!”

Hanna Jensen, løgtingslimur og franskur konsul, sigur, at “Tað besta er, at Meludia nú er á føroyskum, og alt fólkið í landi okkara fær atgongd til amboðið!”

Í sambandi við at Meludia verður kunngjørt á føroyskum í dag, vitja starvsfólk av Meludiaskrivstovuni í París í Føroyum í eina viku. Tey fara at siga frá um skipanina í fólkaskúlum, Musikkskúlanum, á Fróðskaparsetrinum, á røktarheimum og sjúkrahúsum. Eisini fara tey at vitja mentalt handikappaðar tónleikarar og børn við autismu. Ætlanin við rundferðini er at varpa ljós á tónleikafatan, bæði í røkt og í skúla.

Stjórin í Meludia, Bastien Sannac, er við í ferðalagnum. Hann sigur, at tey eru ómetaliga fegin um, at tað hevur eydnast ambassadørinum, Sunleif Rasmussen, at fáa Meludia til Føroya. At Sunleif eisini er altjóða viðurkent tónaskald, fer á einastandandi hátt at hjálpa Meludia at gera vart við tann týdning, sum tónleikalæra hevur fyri okkum øll, sigur Bastien Sannac, stjóri í Meludia.

Meludia heldur til á skrivstovu í franska høvuðsstaðnum París. Har byrjaði virksemið í 2012.

Meludia hevur fingið virðislønir, so sum gullvirðislønina í 2014 á áltjóða Concours Lépine fyri at seta í verk, og slapp í endaumfarið í nýhugsan á The South by Southwest festivalinum í Austin, Texas í 2015.

Úti í heimi eru fleiri stovnar, orkestur og lærarar, ið hava tikið Meludia til sín. Teirra millum er Curtis Institute of Music, El Sistema skipanin og professarar á MIT í Boston, og á Sorbonne í París.

Millum nøvn, ið stuðla Meludia, eru Nicola Benedetti, Joseph Calleja, Leonard Elschenbroich, Thomas Hampson, duettin Igudesman og Joo, Julian Rachlin og Linus Roth.

Tað var franska tónaskaldið og námsfrøðingurin, Vincent Chaintrier, ið eftir 25 ára gransking menti Meludia-metoduna. Tað sjáldsama er, at hann setur saman ymsar tankar og mátar at læra tónleik, m.a. frá Orff, Willems, Dalcroze, Kodály og Martenot, eins og nýggjar royndir úr kognitivari vísind.

Næmingurin, ella brúkarin, fær eina stigvísa fatan av tónleiki og at lurta eftir honum. Netskipanin Meludia er samvirkin, stigvís og stuttlig at brúka.

Fleiri lond hava tikið Meludia til sín. Í 2015 varð avtala gjørd við stjórnina í Estlandi, so øll folk í landinum fingu atgongd til skipanina. Í 2016 varð trý ára avtala gjørd við stjórnina í Malta, so øll har í landinum fingu atgongd til Meludia. Í 2017 bjóðaði Calgary Philharmonic øllum í Kanada, tað er útvið 40 milliónum, fría atgongd til Meludia. Hetta er størsta átak í øllum heiminum, tá umræður at fáa ókeypis tónleikafatan út til fólkið.

Slóð til Meludia: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo