Meira enn annarhvør sigur seg ikki bera banga fyri, hvat kann henda av herviliga Corona virusinum sum hevur havt álvarsligar avleiðingar við sær fyri onnur lond - serliga Kina.
Í eini spurnarkanning sum VP skipar fyri siga 56% seg als ikki stúra. Vert er tó eisini at bíta merki í, at heili 29% siga, at tað er ikki heilt frítt at tey stúra. Og 15% duga ikki at svara spurninginum.
Spurningarnir eru svaraðir 1350 ferðir. Kanningin er opin til kl 11 í kvøld.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo