Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

G! tíðindi: Jasmin osaði og útstrálaði sjálvsálit í neongrønu buksudrakt síni, og segði at byrja við “Wow her eru nógv fólk! Fuck!” í einum nervøsum og fittum tóna.

Fólk vóru væl við, meðan Jasmin tók okkum áskoðarir við í sítt sokallaða “tónleika-univers”, fylt við alternativum elektroniskum soul-pop.

Sjálv helt Jasmin at tað gekk stak væl, og segði at hetta nokk var tað svakasta hon hevði upplivað.

Umframt kendu løgini, sum Remember, Baby Blue og Make Sense, so spældu tey ein nýggjan sang, við fyribilsheitinum Nýtt Vidundur.

Tamara Mneney fyrstu ferð á G!
Saman við Jasmin, var hennara kórsangari og vinka Tamara Mneney. Spurd um hvussu tað er, at spæla á G! fyri fyrstu ferð, segði hon:

"Tað er sjúkliga spennandi, also tað er enntá betri enn mann væntar! Brennir mann fyri tónleiki, sum eg geri, so er hetta eitt fantastiskt uppliving og ein fantastisk kensla. Tá Jasmin spurdi meg var mítt fyrsta svar “fuck ja!” Eg elskaði at standa har og framføra.”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo