Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, valdi at rýma, eftir at pro palestinsk mótmælisfólk róptu rakstrarróp sum millum annað snúðu seg um leiklutin hjá Danmark í Miðeystri.

Mette Frederiksen var boðin at halda røðu á tiltaki sum felagsskapurin Kvinfo skipaði fyri í Store Vega í Keypmannahavn altjóða kvinnudagin í gjár, men mátti rýma tí hon fekk ikki frið at tosa, sum videobrot á miðlinum X niðanfyri vísir.

Sjálv skrivar Mette Frederiksen, at hon hevði glett seg at halda røðuna, men at tað tíverri ikki var gjørligt.

- Takk tó til tykkum, sum halda fast í demokratisku samrøðuna. Tit vóru hóast alt í meiriluta. Vónandi fer hetta at eggja til umhugsan. Fólkaræðið er bara so sterkt, sum vit sjálvi gera tað, skrivar hon milum annað á sínum facebookvanga.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo