Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Meðan desperatir læknar bæði i London, Paris, Stockholm, Kjøpinhavn og Berlin eru við at hokna undir Corona-trýstinum, finnast sorgleysir fantastar, sum bagatellisera ta livsfarligu Coronu, ið hóttir alt Europa.

Hesi óansvarligu fólk sabotera tilmæli og livsneyðugar restriktiónir fra politikarum.

Svenskir læknar rópa nú beinleiðis neyðarróp og siga, at tað svenska hospitalsverkið er við at kollapsa, ti kapaciteturin røkkur ikki meira til ta herviligu Coronu.

Næstan sama skilið er i Englandi.

Í teimum flestu europeisku londum er jólahandilin avlýstur, burtursæð frá matvøruhandlum fyri at fáa treiskar borgarar at akta.

Kortini eru framvegis anarkistar, sum gera gjøldur burtur úr alvorliga stúrandi og ræddum stjórnarleiðarum.

At hesi asocialu og primitivu fólk virkuliga troysta sær at niðurbróta moralin og offurviljan hjá tí stóru fjøldini, sum fegin vil resignera og lurta eftir hjartkiptum heilsumyndugleikum, ja,

TAÐ ER EIN SKENDSIL, og søgan fer ikki at gloyma teirra ósolidariska atburð í okkara núverandi royndarstund..

Fyri løtu siðani var eg í tí megastóru Bilku i Hundige, har fleiri túsind kundar lættliga rúmast.

Tey allarflestu gingu disciplineraði í frástøðu og við munnbindi, men fleiri av vaktarfólkunum fortaldu kortini um tankaleysar kværulantar, sum máttu burturvísast, ti teir noktaðu at fara í munnbind.

Tey vóru av báðum kynum, men mest menn og ikki bara ungdómur.

Nú manglar bara, at slíkir egoistar í vitleysari nýggjarsøði fara at skjóta seg ella onnur til ein álvarsaman skaða, so hartplágaðir læknar og sjúkapleyirskur kunnu blíva enn meira niðurbard og -slitin av meiningsleysum yvirarbeiði.

Virgar T Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo