Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hví vilja fleiri suðuroyingar ikki lukrera av einum alternativum møguleika "yvir land"?

Tað kunnu lættliga ganga minst tíggju ár, innan nakað Suðuroyar-hol verður tøkt.

Hví kunnu fólk í Suðuroy so ikki  fáa høvi til at brúka ta longu bíði-tíðina  til BÀDAR  núverandi møguleikar, ein sjóvegis og ein "yvir (Sands)-land"?

Tey mugu sleppa  at velja!

Soleiðis gjørdi man í Vágum og ì Nordoyggjum alla mína ungdómstíð.

Man vildi hava tveir møguleikar!

Í Vágum var tað tann sjósjaskuta vegin um Kirkjubønes við "Vesturleið"  ella "yvir land" via Fútaklett og Vestmanna.

Til Klakksvíkar fóru tey sjósterku mest við Pride um Mjóvanes, meðan nógv onnur fóru ta longri leiðina  "yvir land" via Toftir til Lorvíkar og haðani um Klakkin.

Man hevði og VILDI hava  alternativ.

Hví skullu suðuroyingar ikki eisini fáa sær tað, nú teir hava høvi til tað yvir Sandoynna?

Tað er ábyrgdarleyst at lata møguleikan Hvalba-Sand liggja gálvandi óbrúktan.    

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo