Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Leygardagin, 3. februar 2018 kl. 16, verður Aulan í Finsen karmur um konsert við tónleiki og sangi á hægsta stigi, sum samstundis verður í eygnahædd við áhoyraran. 

Tá verður tú sum áhoyrari drigin við á spennandi ferð inn í tónleikaheimin saman við Ingibjørg Hansen (sopran), Ernst Sondum Dalsgarð (tenor) og Ólavi Jakobsen (gittar).

Unga songkvinnan, Ingibjørg, hevur bergtikið við síni kláru, sterku rødd; ein sannur gimsteinur, sum høgdur úr helluni í Mikladali, har ið hon er ættað.

Ernst kenna vit úr óteljandi høpum; bæði í løttum leiklutum, men eisini í størri og krevjandi uppgávum í Kongaligu Operuni í Keypmannahavn.

Orkesturtónleikin hevur Ólavur lagt til rættis fyri gittara, og bindur hann tónleikaliga partin saman við meistarliga gittarleiki sínum.

Til konsertina í Finsen verða tey trý stuðlað av ungdómskórinum, TÓNAR úr Vágum, sum Katrin Jørgensen stjórnar.

Konsertin, sum er stuðlað av Konsertfelagnum, fer at fevna um spennandi skrá við operaarium, fólksligum løgum og føroyskum sangum. Eisini verða egin løg framførd.

Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar innan konsertina í Auluni í Finsen ella á heimasíðuni www.reinsariid.fo

Børn undir 16 ár hava ókeypis atgongd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo