Fleiri mál koma fyri á tingfundinum í dag, sum óivað fara at fáa tingfólk at taka orðið. Eitt teirra er Fosturtøkulógin hjá Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni. Lógin letur upp fyri eini linking av treytunum fyri at fáa fosturtøku framda, og tað er longu greitt, at fleiri tingfólk taka als ikki undir við lógini.
Eitt annað mál sum kemur til fyrstu viðgerð er hvussu lønir og samsýningar hjá tingfólki skulu broytast. Talan er um tvey lógaruppskot, og skulu hesi ætlandi beinast í eina serliga grein 25 nevnd.
Tingfundurin byrjar klokkan 9.30.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo