Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: Tíggjunda árið á rað verður Fótbóltsblaðið útgivið. Blaðið, sum hesaferð telur 100 síður, fæst ókeypis á øllum EFFO støðunum kring landið. Tað er Fótbóltssamband Føroya, ið er útgevari.

Í Fótbóltsblaðnum verður ljós varpað á øll 17 feløgini, sum eru limir í FSF, umframt ungdómslandsliðini, A-landsliðini hjá kvinnum og monnum, og dómararnar.

Eisini ber til at lesa um brasilsku innrásini í føroysku kvinnukappingini, nýggju APPina hjá FSF, eina sjáldsama stuðulsavtalu, ið tryggjar ókeypis fótbólt í Sandoynni, og ymiskt annað spennandi, ið er viðkomandi fyri føroyskan fótbólt.

Aftast í blaðnum er klumman, sum Uni Leitisstein Hansen hevur skrivað. Og á ein skemtiligan hátt spyr útverpsverturin, nær vit aftur fostra ein nýggjan Toda Jónsson.

Millum annað skrivar Uni: “Todi Jónsson var ófatiliga skjótur fyri ein pilt at vera – tað var eg ikki. Todi var ein bóltsnillingur av Guds náði – tað var eg ikki. Todi var besti spælarin í landinum – tað var eg ikki. Í grundini kanst tú siga, at alt tað, ið Todi Jónsson var á einum fótbóltsvølli, ja, tað var eg ikki. Tí endaði Todi sum yrkisleikari, og eg siti og skrivi hesa klummuna fyri FSF.”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo