Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: Eftir nýggjastu tilráðingina frá heilsumyndugleikunum í morgun (red. 12. mars 2020) hevur Fótbóltssamband Føroya tikið avgerð um, at ongir dystir í kappingunum, fyriskipaðar av FSF, verða spældir næstu tvær vikurnar.
 
– Vit fylgja ÍSF og heilsutilráðingunum, sum frámæla at dystir og kappingar verða fyriskipaðar komandi tvær vikurnar. Somuleiðis hava vit í FSF gjørt av at avlýsa allar landsliðs- og úrvalsvenjingar umframt venjaraskeið í tíðarskeiðnum, sigur Christian Andresen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya.
 
Dystirnir hjá A-landsliðnum móti Danmark og Andorra seinast í mars, og U21 dystirnir móti Spania og Montenegro, verða helst eisini útsettir.
 
– UEFA fyriskipar kappingarnar hjá okkara landsliðum, og tí er tað formelt UEFA, sum skal útseta hesar dystir. Vit hava tó verið í samband við UEFA og væntandi kemur nærri kunning frá teimum fyrst í komandi viku um ávirkanina, ið coronasmittan hevur á landsliðsfótbólt í Evropa, sigur FSF-forsetin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo