40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Føroya størsta fotofyritøka, Fotostudio, er flutt í nýggj høli í Smiðjugerði 1 í Havn, og nú eru tey trý, sum eiga og reka fyritøkuna.

Fotostudio var upprunaliga sett á stovn í 2009, men telur nú tríggjar eigarar, sum umframt Per á Hædd, sum hevur verið við alla tíðina, nú eisini telur Pavlu Eliasen og Sunrid í Gong. Samstundis er Fotostudio flutt í nýggj og tíðarhóskandi høli í Smiðjugerði 1 í Havn, har el-deildin hjá Tekniska Skúla áður helt til.

Sjálvur hevur Per á Hædd havt egið virki síðani 1982, og telist millum royndastu fotografar í landinum. Pavla Eliasen hevur verið í fotovinnuni síðani miðskeiðis í 90-unum, og síðani 2016 hevur hon havt egið studio á Tvøroyri. Sunrid í Gong fór í læru sum fotografur í 2003 og hevur síðstu 12 árini havt egið virki við studio í Saltangará.

Nú hava hesi trý funnið saman og harvið styrkt grundarlagið undir Fotostudio, sum frá byrjan hevur sett sær fyri at loysa allar hugsandi fotouppgávur við góðum hugflogi og tryggum handalagi, men nú verður alt gjørt við talgildari tøkni, og myrkakamarið er ikki til longur.

Við trimum royndum og fjølbroyttum fotografum, ið hvør hevur sína fakligu styrki, fevnir Fotostudio um allar uppgávur og avbjóðingar – eingin ov stór og eingin ov lítil. Í sambandi við, at Fotostudio hevur fingið nýggjar eigarar og nýggja adressu, verður seinni skipað fyri móttøku, men í nakrar mánaðir hava tey húsast í Smiðjugerði, har øll eru vælkomin inn á gólvið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo