40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fundarsamtykt frá fundi ímillum borgarstjórarnar: Kommunufelagið og nevndin í SEV hava í dag havt fund fyri øllum borgarstjórum landsins.

Til viðgerðar var ætlanin hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í í umhvørvis- og vinnumálum, um at skilja interkommunala felagsskapin SEV sundur.

Á fundinum varð gjørd soljóðandi samtykt:

Kommunurnar kunnu ikki góðtaka:
At lógarfyrireikandi arbeiðið at sundurskilja SEV verður gjørt í loyndum, uttanum ta serfrøðina sum Interkommunali Felagsskapurin SEV hevur bygt upp í nærum 75 ár.

Í øðrum lagi, at ætlanin er at gera hesar broytingar, uttan at nakað veruligt samskifti hevur verið millum eigaran – tær føroysku kommunurnar – og Landsstýrið.

Kommunurnar krevja tí:
At serfrøðin hjá SEV verður við í arbeiðinum at lýsa og greina tær avleiðingar, sum uppskotið hjá landsstýrimanninum fær fyri føroyska samfelagið.

Í øðrum lagi, at hendan greining verður grundarlag undir samskifti og samráðingum millum land og kommunur, áðrenn Landsstýrið tekur støðu til at leggja nakað lógaruppskot um hetta fyri Løgtingið.   

Einmælt samtykt á fundi millum kommunurnar 21. august 2020

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo