Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Vísandi til frámælið at baða í Sandá og í ósanum, tí dálking er staðfest, skulu vit boða frá, at Tórshavnar kommuna kannar viðurskiftini viðvíkjandi dálkingini, og vónandi verður ein loysn funnin skjótt.

Vit skulu gera vart við, at frámælið ikki er galdandi fram við sjóvarmálan í Sandágerði, har ið kanningarnar liggja væl undir markvirðunum.

Tórshavnar kommuna ger regluligar kanningar av vatninum, sum eisini verða kunngjørdar á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu. Tá ið vit kunnu staðfesta, at úrslitini aftur liggja undir markvirðunum, verða skeltini við frámælinum tikin burtur aftur.

Tú kanst fylgja við í vatngóðskukanningunum á síðu okkara um bátapláss, sigling og sjósvimjing:

Bátapláss, sigling og sjósvimjing

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo