40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í gjár steig eg á gátt hjá borgarstjóranum í Eysturkommunu, Per Martini Gregersen, ið sum bara 31 ára gamal tók við sessinum 1. januar í 2021.

Í Eysturkommunu búgva 2.300 fólk. Kommunan umfatar Leirvík, Norðragøtu, Syðrugøtu, Gøtugjógv, undir Gøtueiði og Skálafjørð, og síðan samanleggingina í 2009 hevur samstarvið riggað fyrimyndarliga væl.

Per Martin greiddi frá, at árligu inntøkurnar hjá kommununi eru 126 mió. kr., og nøkulunda eins stórar inntøkur verða skaptar báðumegin Knúk og Leirvíksfjall.

Stórar fyritøkur í kommununi eru Varðin, Fiskavirkið, Tavan, Høvdavirkið og El-Talvuvirkið. Arkitektavirki er eisini í kommununi umframt nógv annað alment og privat virksemi.

Inni á Fiskavirkinum var hugaligt at hitta oddamenninar, Brand Jacobsen og Páll Gregersen, sum reka eitt virki við 70 starvsfólkum og einum árligan umsetingi upp á 200 mió. kr. Virkið útflytir saltfisk til serliga Italia og Spania.

Í ljós kom har, at okkum tørvar eina avtalu við Brasil, sum innflytur nógvan klippfisk, og at brúk er eisini fyri at fáa betri atgongd til at virka fisk, sum fæst úr Grønlandi og Alaska.

Í valskránni staðfestir Tjóðveldi, at virkast skal fyri betri handilsavtalum og einum fjølbroyttum og virðisøkjandi vinnulívi, so flest møgulig kunnu fáa mest møguligt burtur úr landsins ríka tilfeingi.

Býráðshúsið í Gøtu beint við Fiskavirkið teknaði gøtumaðurin, Osbjørn Jacobsen. Húsið byggir hvønn dag brúgv millum tey mongu, sum løgdu saman í Eysturkommunu í 2009.

Per Martin Gregersen fegnaðist um, at samanleggingin hevur eydnast so væl, og tá verður sjálvsagt eisini hugsað um, at LÍF og GÍ vórðu løgd saman í Víking við sera góðum úrsliti.

Eitt røktarheimspláss í Eysturkommunu kostar 2,5 mió. kr. at byggja og 800.000 kr. árliga at reka. Við so høgum eindarprísi leggur kommunan dent á eisini at hyggja at øðrum loysnum.

Eitt ynski hjá henni er, at eldri skulu kunna vera so leingi heima sum gjørligt, og eitt annað er at royna millumloysnir, ið kunnu vera smærri íbúðir, sum eru høgligar hjá eldri fólki at vera í.

Eysturkommuna sigur um seg sjálva, at hon er savnandi, framsøkin, opin og vinarlig. Tað sama kann avgjørt sigast um borgarstjóran, sum um tvær vikur fyllir 33 ár.

Eitt av mínum málum, verði eg valdur á ting, er at byggja brúgv millum allar kreftir, sum virka fyri, at Føroyar standa uppi við egnari megi og gerast sjálvstøðugt land.

Saman megna vit alt!

Magni Arge, valevni hjá Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo