Har sum neyðin er størst, er Frelsunarherurin næst
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Valskráin hjá Sambandsflokkinum rakar mest sum øll málini og breitt - tey ungu, tey eldru og so okkara undangongufólk.

Tey ungu
Vit hava ungdóm, heilt niður í 12 ára aldur, sum taka stoffir og drekka. Og tað má koma vend í beint nú. Men duga vit at hjálpa hesum. Vit eru val á veg við at fá útgreina okkara børn á barna- og ungdómspsykiatri. Men enn er nakað eftir á mál. Og vilja vit í Sambandsflokkinum forseta við at styrkja hetta toymi. So at okkara børn fá tað neyðuga viðgerð. Soleiðis at hesi, ungu kunnu hava tryggar karmar.

Tað er ongin loyna,at eg tey síðstu árini, havi arbeitt við rættin hjá barninum til bæði foreldur. Og tað komi eg at forseta við - verða teirra rødd.

Tey Eldru
Tey eldu er ein breiður bólkur,  men her vilja vit tryggja øllum eina viðgerðartrygd og ein rehabiliteringsdepil, sum skal setast á stovn fyri at tryggja at øll tey við skerdum førleikum, kunnu fáa tí neyugu viðgerð, so tey kunu klára dagin/vikun/mánan, til at virka normalt í samfelaginum og arbeiða.

Við hesar inflasjónini, hevur tað verið við til kempu broytingar, sum ger, at vit í dag hava, nógvar sperdar familjur, sum ikki fá endanir at røkka saman. Her vilja vit í Sambandsflokkurin, gera tað møguligt hjá sperdum familium at søkja um 1000 kr. um mánaðin, so leingi sum prísvøksturin er hægri en lønarvøksturin.

Okkara undangongufólk
Tey gomlu hava gjørt sítt fyri meg og teg og sjálvandi skullu tey hava tað gott nú tey blíva pensjónistar. Tó eru tað nógvir pensjónistar, sum ikki fara av arbeiðsmarknaðinum, og tað haldi eg vera fantastiskt, at tað er møguligt, tí tað er ikki møguligt, hjá øllum. Men tey skullu ikki straffast við at arbeiðsinntøkan skal mótroknast, hetta vilja vit, at tað ikki skal gerast.

Eg vil her at enda siga, at nú tað er løgtingsval verður nógv hugsað, hvussu vit styrkja okkum. Og tað er týdningarmikið fyri okkum í Sambandsflokkinnum at tryggja okkara eina framtíð her á landi.

Saman eru vit tryggari. Saman røkka vit longri. Vit eru Sambandsflokkurin.

Ein eldri maður segði einaferð við meg, at ringar tíðir skapa sterk fólk. Og sterk fólk skapa góðar tíðir, sum so ger, at vit fáa veik fólk. Eru vit har?

Martin Drangberg
valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo